Tað var syndarliga vanlukkan umborð á línuskipinum Ågot herfyri, har skiparin lat lív, ið gjørdi, at norðoyingar tóku stig til at stovna ein vanlukkugrunn. Grunnurin hevur fingið heitið Norðoya Vanlukkugrunnur, og er endamál grunsins at stuðla teimum, ið eftir sita eftir syndarligar vanlukkur, fíggjarliga.
Atli Justinusen er ein teirra, ið hevur tikið stig til at stovna grunnin. Hann sigur, at hóast tað eru limir í bygdafelagnum Báruni, ið hava tikið stig til at stovna grunnin, er ynskliligt, at onnur taka við, fyri at arbeiðini til frama fyri bygdafelagið og til frama fyri grunnin ikki skulu fella saman.
Hósdagin ger Norðoya Vanlukkugrunnur sína fyrstu roynd at savna inn pening. Tá skipar grunnurin nevniliga fyri stórum bingo í Skálanum í Klaksvík klokkan 19:30.
Atli Justinusen vísir á, at grunnurin hevur fingið allar vinningarnar til bingoið ókeypis frá handlum í Norðoyggjum, Eysturoynni og í Havn. Tískil skuldi møguleiki verið fyri at fingið væl av peningi í grunnin eftir hetta fyrsta bingoið.
Norðoya Vanlukkugrunnur ætlar at leggja seg eftir at stuðla vanlukkuraktum fólkum so væl sum til ber.