Norðoyingar sleppa aftur at svimja

Ein av fyrstu døgunum sleppa norðoyingar endiliga aftur at svimja, nú svimjihøllin letur upp aftur

Klaksvík:
Ætlanin er, at svimjihøllin skal lata upp antin komandi leygardag ella týsdag.
Síðan 1. august hevur svimjihøllin staðið fyri umfatandi broytingum bæði innan og uttan, og tískil hevur ikki borið til hjá klaksvíkingum og øðrum at tikið nakrar longdir í hyljunum.

1. byggistig
Umvælingarnar, sum eru farnar fram, eru partur av fyrsta byggistignum av trimum, sum svimjihøllin skal ígjøgnum.
1. byggistig varð gjørt fyri at skapa nýggjar karmar um framtíðarsvimjihøllina, sum væntandi fer at standa liðug um nøkur ár.
Í hesi framtíðar svimjihøll fara norðoyingar at kunna njóta eitt heittvatnsumhvørvi við gosbaði, eitt cafeteria og ein 45 metur langan skreiðibana, umframt at eitt nýtt teknik-rúm eisini verður gjørt í kjallaranum.

Nýggja lyftu
1. byggistig hevur umfatað broytingar bæði innan og uttan. Nógv er gjørt uttandura við svimjihøllina, og innan er eitt nýtt skiftingarrúm gjørt til menningar- og rørslutarnaði, umframt at ein lyft er sett upp til tey rørslutarnaði at nýta.
Hendan lyft kann bera tey rørslutarnaði allan vegin til sjálvan svimjihylin, og hevur svimjihøllin leingi havt tørv á eini slíkari.
Harafturat er nærum alt gjørt av nýggjum innan, og eitt nýtt ljóðannlegg er eisini sett upp.
Hetta hevur alt ført við sær, at svimjihøllin nú sýnist at vera nógv ljósari og frískari, enn hon var áðrenn umvælingarnar.
Umvælingarnar innan eru nú komnar so væl ávegis, at svimjihøllin kann lata upp aftur. Enn er ikki alt liðugt uttandura, men arbeitt verður framvegis við hesum, hóast almenningurin nú aftur kann gera nýtslu av nýmótans umhvørvinum innan.