Norðoyingar skulu kannast

Nú líður ímóti endanum við MARK-fólkaheilsukanningunum í Tórshavnar kommunu. Seinasti dagur í Havn verður 22.apríl Mánadagin 28.apríl kemur túrurin til norðoyingar. Klaksvíkar kommuna leggur hús til kanningarnar í norðoyggjum. Og tað verður í Læknamiðstøðini, við Sandin, at tað fer at ganga fyri seg.

MARK-kanningin snýr seg um motión, alkohol, royking og kost. Kanningin umfatar bæði at svara einum spurnablað um motión, alkohol, royking og kost, harumframt eina likamskanning. Likamskanningin umfatar mátan av blóðtrýstið, hædd, vekt, miðju- og mjadnamát. Ymiskar vøddastyrki testir verða gjørdar, umframt konditiónstest. Eisini verður blóðroynd tikin úr oyralippuni, og blóðsukur og kolesterol verður mátað.

Sjálv kanningin tekur hálvanannan tíma.

400 tilvildarliga útvaldir borgarar í norðoyggjum fáa innbjóðing um luttøku. Fólk verða biðin um at ringja á tlf 515156 at bíleggja sær tíð til kanning. Umráðandi er, at bíleggja sær tíð beinanvegin, tí bert 200 fólk vera kannað í tíðarskeiðnum frá 28.apríl og til 16. mei.

Kanningarnar fara fram gerandisdagar, frá kl 8 á morgni og til út á kvøldið, umframt leygardagar.

Vit vænta, at norðoyingar fara at taka eins væl í móti kanningini, sum fólk í Tórshavnar kommunu.