NORÐOYA VALDØMI
Sum í flestu av hinum valdømunum, so verður tað stríðið næstu dagarnar um ivasomu atkvøðurnar, ið fer at gera av, hvør verður triðji og fjórði valdømisvaldi tingmaðurin í Norðoyggjum. Kanningin hóskvøldið staðfestir, at Fólkaflokkurin heldur rimmar fast um støðuna sum størsti flokkur í valdøminum hjá Anfinni Kallsberg, løgmanni. Hesa støðuna hevur flokkurin havt síðani í sjeyti árunum. Á valinum fyri tveimum árum síðani var munurin frá Fólkaflokkinum og aftur til hinar flokkarnar størri, enn hann áður hevur verið síðani krígsárini, og kanningin hóskvøldið bendir á, at Fólkaflokkurin framvegis er væl størstur og tískil liggur til at fáa fyrsta valdømisvalda tingmannin.
Tjóðveldisflokkurin hevði í 2002 afturgongd í Norðoya valdømi, og kanningin boðar frá, at flokkurin eisini hesa ferð fer at missa í valdøminum hjá Heina O. Heinesen, formanni í tingbólkinum, og Karsteni Hansen, fyrrverandi landsstýrismanni í fíggjarmálum. Hóast Tjóðveldisflokkurin tykist fara at missa, so tykist hann framvegis at vera so mikið væl fyri har norðuri, at hann fer at vinna næstfyrsta valdømisvalda mannin.
Hvussu tað verður við triðja og fjórða manninum í Norðoyggjum er rættuliga óvist. Javnaðarflokkurin er í kanningini á triðja plássinum og tykist harvið at hava møguleika at endurvinna triðja mannin og sessin, sum teir uttan slit hava átt í valdøminum síðani 1950. Fólkaflokkurin er á fjórða plássinum og er í kanningini besta boðið upp á fjórða valdømisvalda mannin. Tað vil við øðrum orðum siga, at um lutfallið á valinum týsdagin verður tað sama, sum tað er í kanningini, so verður floksumboðanin í Norðoya valdømi at verða nett tann sama, sum hon hevur verið tey bæði seinastu árini.
Javnaðarflokkurin og Vilhelm Johannesen á triðja plássinum tykjast at eiga so mikið góða undirtøku, at tað fer at eydnast hjá teimum at endurvinna sessin. Men tað kann ikki heilt síggjast burtur frá møguleikanum, at tætta kappingin millum Fólkaflokkin við 17,05 % á fjórða plássinum og Sambandsflokkin við 16,0 % á fimta plássinum kann gerast so stór, at Javnaðarflokkurin fer at detta niður ímillum.
Sambandsflokkurin var um reppið at vinna umboð í Norðoyggjum á valinum í 1994. Ta ferðina var Sambandsflokkurin bara átta atkvøður frá Javnaðarflokkinum og fjórða manninum. Sambandsflokkurin hevur ikki vunnið valdømisvalt umboð í Norðoya valdømi síðani á valinum 30. januar í 1940. Ta ferðina var O. F. Joensen ella Óli í Skúla valdur. Hann varð eykavaldur í 1943, 1945 og aftur í 1950. Í 1978 og 1980 hevði stóra undirtøkan hjá Paula Ellefsen við sær, at Eli Nolsøe varð eykavaldur í Norðoyggjum. Síðani tá hevur Sambandsflokkurin ikki verið umboðaður í Norðoyggjum, og tað eru altso 64 ár síðani, at flokkurin seinast vann valdømisvaldan tingmann í Norðoya valdømi.
Sjálvstýrisflokkurin langt frá umboðan
Síðani valdømisvaldu tingmenninir fyri Norðoyggjar við broytingini í vallógini í 1978 tvífaldaðust úr tveimum og upp í fýra, hevur Sjálvstýrisflokkurin fleiri ferðir vunnið ein av monnunum. Kanningin hóskvøldið bendir á, at tað ikki longur er realistiskt at rokna við hesum møguleikanum. Hóast Sjálvstýrisflokkurin eigur lutfalsliga størri umboðan í Norðoyggjum enn í nøkrum øðrum valdømi, so skal hann - sammett við kanningina hóskvøldið - meiri enn tvífaldast í Norðoyggjum á valinum týsdagin, um hann skal hava møguleika at kappast um valdømisvaldu tingmenninar.
Asbjørn Joensen, sáli, var valdømisvaldur tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin í Norðoyggjum fleiri ferðir. Hann varð valdur í 1978, 1980, 1984 og aftur í 1990. Í 1994 endurvann Álvur Zachariasen sessin fyri Sjálvstýrisflokkin í Norðoyggjum. Síðani hann fall á valinum í 1998, hevur Sjálvstýrisflokkurin ikki rokkið nóg dyggari undirtøku at vinna valdømisvaldan tingmann.Sjálvstýrisflokkurin í Norðoyggjum var fyri tveimum árum síðani við í kappingini um einsamalla eykavalda tingmannin hjá flokkinum. Um veljararnir flokka seg soleiðis týsdagin, sum teir gjørdu í kanningini hóskvøldið, so tykjast møguleikarnir smáir fyri, at einsamalli sjálvstýrismaðurin skal verða valdur í Norðoyggjum.
Miðflokkurin hevur ongantíð havt umboðan í Norðoyggjum. Hóast talan hevur verið um støðuga framgongd hjá flokkinum á øllum valunum, síðani flokkurin varð stovnaður, so er undirtøkan í Norðoyggjum framvegis ikki nóg stór til, at tað ber til at ímynda sær, at flokkurin í Norðoyggjum fer at fáa eykavalt umboð.