Norðoyingar læra at velja kvinnur

Á fundi, sum Demokratia skipaði fyri í Klaksvík í seinastu viku, varð staðfest, at fólk í Norðoyggjum eru enn minni huga enn fólk aðrastaðni í landinum at velja kvinnur inn á ting.





JAVNSTØÐA

Dorit Hansen

dorit@sosialurin.fo


Við seinasta val fingu uppstillaðu kvinnurnar í Føroyum 20 prosent av samlaðu atkvøðunum, meðan kvinnurnar í Norðoyggjum einans fingu 12,7 prosent.

Undir orðaskiftinum á fundinum í Klaksvík, helt onkur fyri, at kvinnur kanska burdu tosa meir um fisk. Norðoyggjar eru so tætt knýttar at fiskivinnuni, og tí er áhugin nógv størri fyri málum ið viðvíkja fiskivinnuni, og í minni mun, fyri málum ið kvinnur vanliga hava áhuga at tosað um og brenna fyri. Ein kvinna, sum stillaði upp í Norðoyggjum átti tí at roynt bert at tosa um fisk, so kanska hon hepnaðist betur við at fáa atkvøður.

Stórur munur var tó millum flokkarnar í Klaksvík til seinasta val. Kvinnurnar í Javnaðarflokkinum fingu næstan 33 prosent av teirra atkvøðum, og kvinnurnar í Tjóðveldinum 18 prosent.

Eyðgunn Samuelsen, sum legði tølini fram, greiddi frá at hesir báðir flokkar høvdu fleiri kvinnur á listanum, ávikavist tvær og tríggjar, meðan hinir flokkarnir bert høvdu eitt kvinnuligt valevni hvør. Okkurt kundi tí bent á, at flokkarnir hava eina stóra ábyrgd at fáa kvinnur á listan. Jú færri kvinnur á listanum, jú færri atkvøður fáa tær.

Men forkvinnan í Demokratia heldur eisini at onnur ting spæla inn. Tað tekur tíð at uppbyggja sær ein veljaraskara, og tær sum hava drúgvast royndir, fáa sjálvandi flest atkvøður, heldur hon.


Brúk fyri Demokratia

Eyðgunn Samuelsen greiddi  á fundinum frá, at Gallup kanningin hjá Demokratia vísir at bert 26 prosent av kvinnunum valdu eina kvinnu, men hjá monnunum stendur enn verri til. Einans 12 prosent av øllum monnunum í Føroyum valdu eina kvinnu seinasta løgtingsval.

Fleiri áhoyrarar høvdu á orði í eftirfylgjandi kjakinum, at arbeiði hjá Demokratiu hevði stóran týdning, og at tað verðuliga hevði eydnast at seta fokus á støðuna hjá kvinnum í politikki og at skapa kjak á nógvum arbeiðsplássum.

Fólk vóru á einum málið um, at Demokratia eigur at halda fram við sínum arbeiði í minsta lagi alt 2008,  so átøk eisini kunnu gerast til kommunuvalið, og ikki minst, at nøktandi peningajáttan verður sett av til arbeiðið. Fleiri áhoyrarar hildu, at Løgtingi ikki kundi meina tað í álvara at seta eina tílíka nevnd sum Demokratiu í bert 1½ ár og við so lítlari fíggjarorku.

Eyðgunn Samuelsen sigur, at Demokratia umhugsar at søkja um longdan arbeiðssetning, tí kommunuval verður næsta ár. Men enn er hetta ikki gjørt.