Norðoyingar góvu 75.000 kr. til Reyða Kross

peningi til neyðhjálpararbeiðið.

Næstseinasta leygardag skipaði Reyði Krossur fyri landsinnsavning av

Kring alt landið gingu skúlanæmingar, postboð og onnur hús úr húsi at savna inn pening til hjálp, har neyð og vesaldómur ráða orsakað av náttúruvanlukku, sjúku og ófriði.

Norðlýsið skrivar, at norðoyingar veruliga høvdu gjørt seg út til hesa innsavningina. Eini 45 fólk gingu hús úr hús henda seinnapartin.

Tá saman um kom høvdu hesi fólkini savnað saman 75.000 kr. í økinum.

Sambært blaðnum gav innsavningin 400.000 kr. íalt kring landið, so her lá parturin hjá norðoyingum ikki eftir.