Tað skal ikki ganga long tíð til norðoyingar fáa nýtt ferðamannaskip til siglingina út í Svínoyar og Fugloyar ístaðin fyri Másan.
Tað sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í lógarmálum.
Í løgtinginum í gjár vildi Jákup Mikkelsen hava at vita, hvat røkist fyri at útvega nýtt ferðamannaskip til Svínoyar og Fugloyar.
Helena Dam á Neystabø sigur, at á fíggjarlógini í ár, sum nú er til viðgerðar í Løgtinginum, hevur hon fingið 3,5 milliónir krónur afturat til Strandferðsluna.
Og tann peningurin skal brúkast til at útvega svínoyingum og fugloyingum nýtt ferðamannaskip.
Peningurin skal brúkast til at kanna, hvør loysnin er tann besta fyri svínoyingar og fugloyingar og beinanvegin, fíggjarlógin er samtykt, verður farið undir at kanna, hvør loysn er tann besta.
Talan kann vera um at keypa eitt skip, at byggja eitt skip, ella at brúka eitt av skipunum, sum Strandferðslan longu eigur.
Annars kannar Strandferðslan javnan um skip eru á marknaðinum, sum eru hóskandi til hesa farleiðina.
Kortini legði Bjørt Samuelsen dent á, at ongin avgerð verður tikin, fyrrenn fólkið á staðnum er eftirspurt.
Hon vildi kortini ikki lova, nær Másin fær ein avloysara, um tað verður næsta ár, ella um tvey ella trý ár.
Í øllum førum ætlar hon, at tað skal vera í hesum valskeiðnum.
Hinvegin verður eisini tosað um at gera undirsjóvartunnil til Svínoyar, men verður tað tann endaliga loysnin, verður hetta sjálvandi samskipað við ætlanina um at finna hóskandi ferðamannaskip.
Jørgen Niclasen heitti á landsstýriskvinnuna um at kanna eftir um tað ikki ber til at einskilja siglingina út í Svínoyar og Fugloyar. Hann vísti til Mykinesleiðina sum eitt gott fyridømi, har eitt nýggjur, privatur bátur nú røkir siglingina við avkasti, har tað fyrr var talan um eitt stórt undirskot hjá tí almenna.
Annars hevur eisini verið kjakast nógv um, hvar í Svínoy, ein ferjulega skal vera.
Tosað hevur verið um at gera ferjulegu á Eiðinum, men svínoyingar siga, at tað er høpisleyst, tí har er so ókyrt, at tað fæst ongantíð nøkur líkinda havn.
Teir halda, at einasta loysnin er at gera tunnil yvir í Havn og at gera ferjulegu har.
Hinvegin sigur Landsverk, har eru botnviðurskiftini óreglulig og har er somuleiðis harður streymur.
Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum upplýsti, at ætlanin er at kanna streymviðurskiftini fyri at vita um tað er ein loysn, sum ber til.
Tað er ein loysn, sum kostar 130-150 milliónir krónur.
Landsverk hevur annars skotið upp at gera eina bíligari loysn við eini ferjulegu á Eiðinum tí hann sigur, at botnkanningar og kanningar av streymi vísa, at tað er tann besta loysnin.
Hendan ætlanin kostar 30 milliónir krónur, eitt nú tí at tá slepst undan at gera tunnil.