Norðoyingar avmarka veiðina eftir lunda

Eisini í Norðoyggjum hava tey nú gjørt av at avmarka veiðina eftir lunda í summar.

Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum, sigur í morgun, at tríggjar grannastevnur í Norðoyggjum hava samtykt at avmarka veiðina eftir lunda í ár.

Á Viðareiði var grannastevna 15. mars og hart varð einmælt samtykt, bert at hava royndarveiðu eftir lunda í ár.

Tað er mest fyri at røkja lundalandið, so rotta, ella annað skaðadjór, ikki yvirtekur lundalandið.

Allir túrar eftir lunda skulu skrásetast og so skal spurningurin takast upp aftur næsta ár

Tann 18. Mars var grannastevnu á Trøllanesi og har varð samtykt at friða fuglalandið, sum hoyrir til Trøllanes í eitt ár.

Tann 28. Mars var felags grannastevna fyri alla Fugloynna, ella fyri bygdirnar Kirkja og Hattarvík.

Har varð einmælt samtykt, at tað bara skuldi vera loyvt at fleygia lunda frá 10. til 20. juli.

Samstundis varð álagt bygdunum at føra yvirlit yvir túrar og fong og síðan taka fuglaveiðuna upp aftur til nýggja viðgerð um eitt ár.

Sýslumaðurin sigur, at á Trøllanesi vóru allir eigarnir umboðaðir á grannastevnuni og næstan allir eigararnir møttu á grannastevnunum á Viðareiði og Fugloy.

Annars hevur verið upplýst, at eisini Nólsoyingar hava avgjørt at friða lundan