Suðuroy og Norðoyggjar høvdu størsta fólkavøksturin, meðan fólkatalið í Eysturoy minkaði við 50 fólkum í fjør, vísir seinasta uppgerðin frá Hagstovu Føroya.
Samanlagt minkaði fólkatalið í Føroyum við 83 fólkum í 2012, og tá ið uppgerð verður gjørd yvir oyggjarnar hvør sær, vísa tølini, at fólkatalið vaks í 6 oyggjum. Í øllum hinum oyggjunum stóð tað í stað ella minkaði.
Størsti vøksturin var í Suðuroy, har fólkatalið vaks við 26 fólkum, sum svarar til ein vøkstur á 0,6 prosent. Borðoy hevði eisini vøkstur við 20 fólkum, og tað svarar til 0,4 prosent framgongd. Tríggjar aðrar Norðoyggjar vuksu eisini í fólktatalinum í fjør Viðoy, Kunoy og Kalsoy.
Størsta minkingin í tali var í Eysturoy, har tey gjørdust 50 fólk færri, og tað svarar til afturgongd á 0,5 prosent. Streymoy misti 41 fólk, sum svarar til afturgongd á 0,2 prosent. Sandoy misti 17 fólk, og tað er 1,3 prosent afturgongd. Og Vágoy misti 15 fólk, sum er 0,5 prosent afturgongd.








