Nú seinnapartin hava eisini partar av Eysturoynni og partar av Norðoyggjum mist streymin.
Finn Jacobsen, deildarleiðari hjá SEV sigur, at teir hava vakt á, en at ikki ber til at senda fólk út, soleiðis sum veðrið er í løtni.
Vit royna at sundurskilja netið og fáa tað fjarstýrt, har tað ber til, men vit kunnu í løtuni ikki siga, nær streymurin kemur aftur allastaðni. Í løtuni arbeiða vit við at fáa streymin aftur í Norðoyggjum, sigur Finn Jacobsen.
Hann roknar við, at vindurin fer at hasa av um ein tíma ella so, og tá fæst betur greiði á, hvussu arbeiðast kann.
Vit gera alt tað, sum vit kunna, sigur Finn Jacobsen, deildarleiðari hjá SEV.