Norðoyggjar fyrireika seg til nýgggj krøv

Mikudagin var fundur um nýggju djórasjúkulógina í Klaksvík. Fólk frá Vinnumálastýrinum kunnaðu fiski- og alivinnuna um krøv og staðfestingar í nýggju lógini


 

Umboð fyri fiskavirkini og alivinnuna vóru mikudagin á fundi í kantinuni á Kósavirkinum í Klaksvík, har fólk frá Vinnumálastýrinum greiddu frá um nýggju djórasjúkulógina, sum nú er fyri í tinginum.

Lógin er eitt úrslit av nýggjari avtalu við ES, sum ger at føroyskar fiskavørur fáa lættari atgongd til ES-marknaðin. Samstundis fer lógin eisini at broyta ymisk viðurskifti í Føroyum.

? Enn er Klaksvík ikki so nógv við í oljuvinnuni, og í løtuni verður satsað nógv upp á fiskivinnuna. Tí er tað umráðandi at vinna kennir nýggju lógina og tey krøv, sum eru í henni, sigur Jógvan við Keldu, tingmaður, sum tók stig til fundin í Klaksvík mikudagin.


Mugu verða frammaliga

Bjørn Harlou, landsdjóralækni, Ásmund Gudjónsson, leiðari á fiskivinnudeildini á Heilsufrøðisligu Starvsstovuni, og Maria Róin, deildarstjóri í Vinnumálastýrinum, vóru á fundinum. Hesi hava samráðst við ES vegna Føroya landsstýri.

Tey bæði løgdu fram og tosaðu við umboðini fyri fiski- og alivinnuna í Norðoyggjum. Umboð fyri Klaksvíkar býráð vóru eisini boðin við til fundin, tí nýggja lógini fer millum annað at seta nýggj krøv til havnaviðurskifti.

? Tað er umráðandi, at eitt so sterkt fiskivinnuøki sum Klaksvík, sum hevur ein útflutning fyri um 800 milliónir, er frammaliga, tá talan er um góðkenningar hjá ES. Tí tók eg stig til fundin, sigur Jógvan við Keldu.

? Fiskivinnan í Klaksvík er fjølbroytt og professionell, og hon skal verða klár til nýggju lógina, har ES skal góðkenna virki og havnaøki, sigur hann.

Jógvan við Keldu heldur, at fiskivinnuskeiðið, sum verður hildið í gamla Tekniska skúla í Klaksvík, er ein góður táttur í at menna støðið innan vinnuna enn meiri.


Eftirlitsstøð í Klaksvík

Ein partur av nýggju lóggávuni umfatar eisini eina nýggja eftirlitsstøð fyri triðjalandsfisk, sum skal gerast í Føroyum.

Jógvan við Keldu mælir nú til, at eisini klaksvíkingar kanna, um teir hava bygning, sum kann brúkast og góðkennast til hetta virksemi fyri at fáa eina betri tænastu, hóast ein onnur støð verður bygd Føroyum.

? Tað er umráðandi, at Norðoyggjar hava góða tænastu,tá tað ræður um fiskivinnu, og tí haldi eg, at tað skuldi verið kanna, um ein bygningur í Klaksvík kundi verið brúktur til eftirlitsstøð, sigur Jógvan við Keldu.

Fólkini, sum vóru á fundinum mikudagin, fáa nú eitt referat av fundinum, og tey fáa eisini tey pappír, sum fólkini frá Vinnumálastýrinum brúktu í sínum framløgum.