Norðoyggjar afturvið góðum døgurða

Keypmannahavn: Føroyahúsið fer henda komandi mánaðin at varpa ljós á fýra av norðastu oyggjaum okkara.

Hetta verður gjørt við teir serstøku døgverðarnar týsdagar. Í komandi viku verður lagt fyri við Kalsoynni og vikuna eftir við Kunoynni. Seinni verða fyrst Borðoyggin og síðani Viðoyggin viðgjørdar.
Hetta tiltakið verður fyriskipað, nú Norðoyatunnilin fer at lata upp seinni í vár.
Ætlanin er so at siga eitt sindur frá um hesar oyggjarnar, eftir at fólk hava etið tann góða døgverðan, sum Føroyahúsið borðreiðir við.