Um 10-tíðina í morgin hendi eitt minni ferðsluóhapp í Norðoyatunlinum.
Eldur kom í ein bil, men eldurin varð skjótt sløktur við eldsløkkjara av einum øðrum bilførara. Eingin álvarsamur skaði hendi.
Meðan tunnilin varð ruddaður eftir óhappið, og løgreglan gjørdi kanningar á staðnum, var tunnilin stongdur eina løtu.
Koyrandi er nú aftur ígjøgnum Norðoyatunnilin.