Norðoyatunnilin nærkast

?Nú manglar bert tann síðsta viðgerðin, so er klárt at fara ígongd, sigur Bergur í Garði, formaður fyri Norðoyatunnilin

NORÐOYATUNNILIN

Arbeiðið at gera Norðoyatunnilin kann eftir ætlan skjótt fara ígongd. À borðinum hjá Løgtinginum fríggjdagin liggur síðsta politiska málið til triðju viðgerð, og so er tann politiski parturin liðugur.
P/F Norðoyatunnilin hevur bíðað eftir politiskari støðutakan, sum er neyðug fyri at kunna fara ígongd.
Men P/F Norðoyatunnilin hevur ikki ligið á lætu síðuni, og nógv fyrireikingararbeiðið er fingið frá hondini. So nógv, at ein endalig avgerð nærkast.
?Nú manglar bert tann síðsta viðgerðin hjá okkum, so er klárt at fara ígongd, sigur Bergur í Garði, formaður fyri Norðoyatunnilin.
?Øll tey formligu krøvini eru við at koma upp á pláss. Endalig avgerð verður tikin í komandi viku, sigur Bergur í Garði.
Nevndin og leiðslan fyri Norðoyatunnilin skal taka støðu til, hvussu arbeiðið skal bjóðast út.
NCC, sum hevur gjørt Vágatunnilin, hevur indikerað fyri Norðatunnilin, at teir kunnu gera arbeiðið upp á Norðoyatunnilin fyri somu takstir sum Vágatunnilin við ávísum broytingum. Arbeiðið verður mett at fara kosta 325 milliónir.
Tað frættist, at J&K Petersen og NCC í felag ætla at átaka sær arbeiðið, men hetta hava vit ikki fingið váttað.
Arbeiðið verður fíggjað á sama hátt sum við Vágatunnilinum. Eitt byggilán og eitt langtíðarlán verða veidd P/F Norðoyatunnilin, og landið skal so við játtanum á fíggjarlógini gjalda byggiláni aftur, og tað verða brúkararnir,sum skulu standa fyri at gjalda langtíðarlánið aftur.
Í fyrsta lagi um ársskiftið 2005-2006 verður klárt at koyra undir Leirvíksfjørð.
Eftir ætlan skal tunnilin fara av Borðoyarvík og koma upp miðskeiðis millum Leirvíksbygd og Brennistøðina.