Norðoyatunnilin ikki á fíggjarlógina

Tað verður yvirskotið á fíggjarlógini í ár, ið skal brúkast til at gjalda tær 32,5 milliónirnar, ið løgtingið hevur samtykt at seta av til Norðoyatunnilin næsta ár. Hvørki samgonga ella andstøða hava Norðoyatunnilin við í sínum fíggjarlógaráliti.

Hóast løgtingið hevur bundið seg til at játta 32,5 milliónir krónur til Norðoyatunnilin næsta ár, so sæst játtanin ikki aftur, hvørki í upprunaliga fíggjarlógaruppskotinum ella í álitinum, ið varð lagt fram hóskvøldið.
Í staðin skulu pengarnir til tunnilin finnast á yvirskotinum hjá landskassanum í ár, og síðan játtast við eini eykajáttanarlóg.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur seg ikki duga at síggja nakað skeivt í hesum.
- Millum 40 og 45 milliónir krónur leypa av í óbrúktum játtanum í ár, og tí haldi eg tað vera natúrligt at framskunda aðrar íløgur. Tú kanst siga, at meðan onkur íløga verður útsett, verða aðrar gjørdar áðrenn upprunaliga mett ? tídningarmiklast er at samlaða talið ikki gerst størri enn mett, sigur Karsten Hansen.
At andstøðan heldur eisini letur sær lynda, at Norðoyartunnilin ikki kemur á fíggjarlógina fyri næsta ár sæst í teirra felags áliti til fíggjarlógaruppskotið. Har er heldur ikki ein króna sett av til Norðoyatunnilin.