Anskar Hansen
Klaksvík
Síðani handa vit tunnilin til landskassan, ímóti at vit fáa loyvi at krevja inn bummgjald í eitt ávíst áramál.
Tá nú tunnilin er latin til landskassan, liggur tað sjálvandi í tí, at teir hava allan raksturin av tunnlinum, meðan vit hava bert innkrevjingina eftir.
Innkrevjingin skal standardiserast og automatiserst munandi.
Tá nú raksturin er allur farin úr prísásetingini og munandi sparingar eru gjørdar á umsitingini skuldi veri lætt at sæð, at prísurin fyri at koyra verður munandi lægri enn í dag.
Tað kann gerast við t. d. at allar støddir av kubba kosta eins og tú kann velja frá trimum til hundrað túrar, og at øll sum koyra ígjøgnum tunnilin skulu nýta kubba, eisini útlenskir bilar.
Avgreiðslan av kubbunum fer fram á bensinsølunum, og sjálvt bókhaldið verður munandi automatiserað, t.v.s. at tá tú fær eitt grønt ljós, so er tú automatiskt fult bókaður.
Tømist kubbin, so skal vera automatisk ljóskipan við skeltum sum boða tær frá í stórum, at t. d. nú eru bert tveir túrar eftur á kubbanum. Hendan ljósskeltingin skal vera so mikið stórsligin, at tú ikki kann umgangast at fáa við, at nú mást tú inn á eina bensinstøð at fylla á aftur, gert tú ikki tað ella koyrir uttan at hava goldið skal bótin vera so stór at tað veruliga merkist, og harvið er sjálváminnandi, eitt nú hevur Eysturríki bótina fyri at koyra har við tómum kubba, 3000 kr - eisini fyri útlendingar, so hví skal tað vera frítt og rokna sum gestablidni, at útlendingar koyra uttan at gjalda í Føroyum?
Og hví skal tað kosta milliónir at umsita tunnilin í dag, tá hugsað verður um, at í London sentrum hava tey eitt avgjald fyri at koyra inn har. Har koyra um hálv millión bilar hvønn dag, og alt verður stýrt við teldum - bæði skrásetingin og rokningin, so tað mátti einsini kunna borið til í Føroyum.
Mín meting er við oman fyri standandi broytingum skuldi kunna borið til at fyri tað fyrsta havt eitt munandi lægri gjald umframt at kunna goldið alt lánið aftur eftir umleið 7-8 árum.
Uppskot 2: Tá landskassin soleiðis fær so stóra upphædd inngoldna í einum heilt ekstraordinert, ja, so hava teir til alla fíggjingina til útbyggingina av Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum arbeiðsbólkurin ráddi til nú um dagarnar.