Fyrsti undirsjóvartunnilin í landinum er um at vera liðugur og í vikuni, sum fór, varð alment, hvussu gjaldið fer at vera fyri at koyra millum Streymoynna og Vágarnar. Politisk semja er um at gera ein undirsjóvartunnil ímillum Eysturoynna og Borðoynna og alternativið, sum var byggjan av ferju til siglingina um Leirvíksfjørð, er heilt slept. Ein spurningur, sum politikararnir eru nógv upptiknir av, er, um farast skal undir hesa verkætlan beinan vegin, ella um best er at bíða nakað, tí at fíggjarkarmar landsins eru so trongir.
Sambært dagsskránni fyri tingfundin týsdagin 19. november, verður anlegslógin viðgjørd á hesum fundinum. Nú er ætlanin at játtanin skal toyggjast uppaftur meiri. Tær 205 milliónirnar skulu játtast soleiðis: í 2002 32,5 milliónir, 2005-2008 32,5 milliónir um árið og 42,5 milliónir í 2009. Tað verður sagt í viðmerkingunum til broytingaruppskotið, at hetta fer ikki at seinka verkætlanini. Tíðin fer at vísa, hvussu tað verður við hesum. Í viðmerkingunum til uppskotið verður sagt, at karmarnir á fíggjarlógunum fyri 2003 og 2004 eru trongir. Tað verður roknað við, at teir verða rúmari, tá ið nýggi Smyril er liðugt goldin. Um hetta verður soleiðis, valdast um raðfestingina, sum fasta sambandið um Leirvíksfjørð fer at fáa.
Í einum sakligum kjaki um er tað altíð týdningarmikið at øll viðkomandi viðurskifti verða lýst, tá ið politikararnir skulu taka støðu. Niðanfyri standandi er okkara ískoyti til kjakið um Norðoyatunnilin júst nú.
Geografisk lýsing
Bústaðarmynstur føroyinga kann geografiskt flokkast í tríggjar bólkar, sum sambært fólkayvirlitið tann 1. august í 2000 er lutað soleiðis:
? Mistaðarøkið66,7%
? Fýra størri randarøki31,9%
? Fleiri smærri randarøki 1,4%
Hyggja vit at teimum størru randarøkjunum fáa vit hesa uppbýting av bústaðarmynstrinum í prosentum:
Vágar5,7
Suðuroy10,8
Sandoy3,0
Borðoy,
Kunoy
og Viðoy12,4
Landið hevur nýtt nógvan pening at betra um samferðsluna ímillum miðstaðarøkið og randarøkini. T.d ferjur og avleiddar íløgur í ferjulegur, vegir osfr. Hyggja vit at størru randarøkjunum, og hvat landskassin hevur rindað seinastu 15-20 árini fyri at bøta um samferðsluna til og frá miðstaðarøkinum, fáa vit eina hóming av, hvussu íløgufordeilingin hevur verið hesi árini:
Vágarnar
Farið varð undir at gera fast samband seinast í 80unum. Arbeiðið varð steðgað orsakað av kreppuni. Arbeiðið varð síðani tikið uppaftur og er um at vera liðugt. Við anlegsjáttanini hevur henda ætlan kostað landskassanum umleið 200 mió.
Suðuroy
Farið er undir at byggja nýggjan Smyril. Saman við teimum íløgum, sum skulu gerast á infrastrukturin sum t.d. tillaga atløguviðurskifti, samferðsluhavn o.s.v. verður kostnaðurin helst umleið 400 mió.
Sandoy
Farið var undir at gera ferjulegu á Gomlurætt í áttatiárunum og óváttað tøl siga, at prísurin lá umleið 200 mió. Síðani er nýggi Teistin komin. Samlaða íløgan er umleið 300 mió.
Borðoyggin
Ímeðan landskassin hevur sett verkætlanir í gongd fyri umleið eina milliard viðvíkjandi trimum av fýra randarøkjunum, verður fjórða og størsta økið framvegis serviserað við eini 30 ára gamlari loysn, sum bæði er ótíðarhóskandi og til tíðir ónýtilig. M/F Dúgvan er frá 1969. Ferjulegan í Klakksvík er frá 1973. Ferjulegan í Leirvík er nakað nýggjari, men avlýsingarnar eru nógvar, av tí at tað er trupult at nýta ferjuleguna á ávísari ætt.
Cost-benefit lýsing
Í januar 1998 lat vinnumálastýrið eina samferðsluverkætlan úr hondum, ið m.a. lýsti kostnað-nyttu kanningar av týðandi verkætlanum, herundir ferðingini um Leirvíksfjørð. Sambært hesi kanning var fast samband umkostningsneutralt samanborið við dagført ferjusamband.
Nærum fimm ár eru nú farin, síðani kanningin var almenn, og tað ber ikki til annað enn at ásanna, at fyritreytirnar hava flutt seg til fyrimuns fyri føstum sambandi. Men eftir at hava lisið frágreiðingina frá vinnumálastýrinum eru vit kortini sannførdir um, at við táverandi fyritreytum var tað eisini ein stórur fyrimunur landsbúskaparliga at fremja fasta sambandið. Hetta kemst av, at eftir okkara metan so undirmetir frágreiðingin spardan bíðikostnað og forðingarkostnað, umframt fyrimunirnar við fullum ferðslufleksibiliteti. Fleiri faktorar, sum tosa til fyrimuns fyri føstum sambandi, tykjast ikki at vera við, av tí at vit ikki kenna teir frammanundan, og tískil kunnu teir ikki kvantifiserast. Vit bakklókskapi kunnu vit lýsa nakrar fáar, sum hava ávirkað síðani 1998.
? Í 1999 og 2002 var Starvsmannafelagið í verkfalli í fleiri vikur. Í slíkum føri er forðingin á ferjuøkinum 100%, og fíggjarligur missur er hareftir, umframt missur í vælferð (comfort).
? Dúgvan er tvær ferðir tikin úr sigling í ?ótíð?, m.a. tá hon tók botn í Leirvík, umframt tá ferjan breyt motorin. Í báðum førum var neyðugt at bera skjótt at og leiga avloysaraskip við eykafíggjarlóg ella við at flyta Smyril til Klakksvíkar. Hesar útreiðslur hevði landskassin spart við føstum sambandi.
Av øðrum fyrimunum fyri landskassan kann nevnast, at fólk ferðast nógv í almennum ørindum um Lerivíksfjørð. Klakksvíkin hevur m.a. sjúkrahús, tekniskan skúla, sjómansskúla, HF-skeið, Trygdarmiðstøð o.s.v..
Ein cost-benefit lýsing verður vanliga brúkt, tá metast skal um fleiri alternativ. Men nú spurningurin um ferjusamband um Leirvíksfjørð er heilt slept, og eittans alternativ er eftir, er spurningurin: Nær er mest gangnligt samfelagsbúskaparliga at fara undir verkætlanina?
Her kann fyrst nevnast, at ein tunnil vanliga verður mettur at vera ein permanent íløga, sum ikki ?slítist? við tíðini, og tí ikki skal avskrivast. Og jú fyrr ein slíkur kemur, jú skjótari fæst nytta úr íløguni. At bíða við einari íløgu til tess at spara, er eisini ein spurningur um, hvussu við definera hugtakið ?sparing?. Í politiskum málbrúki er sparing tað sama sum at sleppa undan at seta eina upphædd á fíggjarlógina í dag ella í morgin, soleiðis sum tað eisini verður sagt í viðmerkingunum til uppskoti, sum skal viðgerast í Løgtinginum í dag.
Í privat- og virkisbúskaparligum høpi verður vanliga spurt: sparing í mun til hvat? Ímynda vit okkum eini sethús við stórum takleka, og eigarin bíðar 2 ár við umvælingini fyri at ?spara?, so er spurningurin, hvussu nógv er ?spart? , tá ið hædd er tikin fyri avleiðingini av lekanum. Tað sama kann gera seg galdandi, tá ið talan er um at útseta eina almenna íløgu.










