Norðoyatunnilin - í báðum endum

Ein tunnil eigur í prinsippinum bert at verða gjørdur, har lítil og eingin annar møguleiki er, og eisini at tað at koyra gjøgnum tunnil er eitt hitt keðiligasta, sum hugsast kann fyri tey, sum í bilinum sita og kanska serliga tey fremmandafólk, ið komin eru at skoða okkara føgru fjøll og tiltiknu litføgru bygdaløg, skrivar Heini Olsen millum annað

Heini Olsen

Tað vardi meg ikki, at eg 4 ár eftir at vera farin frá fyri aldur skuldi bera meg enn býttari at, enn eg nakrantíð í vanliga arbeiðislívinum fyrr haldi meg hava gjørt.
Fyri ikki at troytta ein møguligan lesara, skal eg fyrst greiða frá, hví eg eri komin til hesa margháttligu niðurstøðu:
Júst trý ár eftir fráfaringaraldur fekk eg, eins og gjørt varð í sambandi við Vágatunnilin, bræv frá Landsverkfrøðinginum, dagfest 19. juli 2000, um at dagføra gamla geometriska forprosjektið frá 1987 til Norðoyatunnilin.
Hetta var sanniliga hugalig áheitan, og á páskum 2001 varð liðnað verkið handað Landsverkfrøðinginum í einum bóklingi, sum fevndi um bæði møgulig og eftir mínari áskoðan eisini ómøgulig hugskot (merkt 4-8), hetta av tí, at eg vildi gera vart við, at hugsað hevði verið um bæði líkt og ólíkt, hetta í staðin fyri at halda fast um tað, eg helt vera frægast. Hitt kundi ligið at tikið til, um nakar spurdi.
Úrslitið varð, at teir 5 høvuðsmøguleikarnir at føra ferðsluna um Leirvíkar bygd lutaðu bæði fólk á staðnum og sjálvt bygdarráðið, fyri ikki at tala um landspolitikkararnar, sundur í næstan líka nógvar bólkar, sum talið á uppskotum.
Aftrat hesum er frá aðrari síðu komið eitt hugskot afturat, sum fevnir um ein hálvavegna undirsjóvartunnil við pumpum og øllum, sum til undirsjóvartunnil hoyrir, lagdan antin fram við kaikantinum ella í mítt uppskot (6) eftir gamla vegnum millum kirkjuna og havnarlagið.
Sjálvur var eg ongantíð í iva um, at uppskot (5), vegurin oman fyri bygdina var, ikki bara tað frægasta fyri bygdina, men tað einasta rætta.
Í sínari tíð varð undir bygdarplansarbeiðinum ein umfartsvegur lagdur oman fyri bygdina nøkulunda har, sum gamli veltingarvegurin liggur; men lá hann í so høgt, og varð hann tí lagdur undir brattan nakað niðari.
Óljóðið frá ferðsluni fer sum kunnugt uppeftir og nervar tí ikki bygdina niðanfyri.
Verður seinni bygt oman fyri vegin, ber brattin uppfyri, so óljóðið heldur ikki órógvar oman fyri henda vegin, ið eg meti sum sannan fong fyri bygdina.
Vegurin hevur íbinding í báðum endum til økið omanfyri, hetta afturat eini rúmligari smogu undir vegnum á miðjuni.
Tað eg havi frætt, hevur eins og við hinum hugskotunum, verið arbeitt víðari í smálutum við vegnum oman fyri bygdina, og er hann eftir øllum at døma nú vorðin munin betur enn mítt gamla forprosjekt.
Henda leiðin letur bygdina liggja í friði í staðin fyri at órógva niðara partin og forða fyri framtíðar útbygging og nýtslu av stórum parti av havnarlagnum og økinum fram við strondini.
Onnur leið verður kanska ikki nøkur beinleiðis vanlukka fyri bygdina, men í hvussu er stórt spell, og ov seint er at halda um reyvina tá fratað er, fyri at nýta eitt av okkara rámandi orðatøkum.
Klaksvíkarmegin gjørdist tíbetur lítil og eingin orðadráttur um upprunaliga tunnilsmunnan og vegirnar har á leið.
Undir kjakinum má ikki gloymast, at tunnil í prinsippinum bert eigur at verða gjørdur, har lítil og eingin annar møguleiki er, og eisini at tað at koyra gjøgnum tunnil er eitt hitt keðiligasta, sum hugsast kann fyri tey, sum í bilinum sita og kanska serliga tey fremmandafólk, ið komin eru at skoða okkara føgru fjøll og tiltiknu litføgru bygdaløg, sum lívga seg fjallana millum - Leirvíkar bygd eitt hitt besta dømi í so máta. Ferðandi hava mangan biðið okkum varðveita fjølbroyttu litirnar.
Eftir tí, sum nú er frammi, fara tey ferðandi eins og skjútlar ørkymlandi hol úr holi í staðin fyri í friði og náðum at sleppa at njóta ta fríu náttúru, sum okkum er handað at umsita, og kanska sleppa at steðga ein dag ella tveir í hesum hugna bletti.

heinifo@post.olivant.fo