Norðoyatunnilin

Tað var nær við, at arbeiðið og drúgva bíðitíðin eftir undirsjóvartunnlinum varð skotin uppaftur longur inn í framtíðina.

Tað var ógvuliga hugstoytt í fyrradagin at frætta, at landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, av tingsins røðarapalli, upp á fyrispurning frá Heina O. Heinesen løgtingstingmanni, hevði svarað, at eingin annleggslóg verður løgd fram í hesum valskeiðnum.
Fyri býráðið, sum tá hetta frættist, júst sat á fundi við P/f Norðoyatunnilin, komu hesi tíðindi ógvuliga dátt við.
Tað kundi og kann als ikki góðtakast, at hetta stórmál, sum longu nógv orka og peningur er lagdur í, verður steðgað politiskt og skotið út í framtíðina.
Øll vita, at tað bara økir um kostnaðin at draga eina bygging út ? og tá tað í hesum føri er talan um eina sera kostnaðarmikla verkætlan, kunnu vit skjótt tosa um heilt stórar upphæddir, sum við eini útseting verða lagdar oman á verandi kostnað.
? Her ræður um at bera skjótt at, fyri at halda kostnaðin niðri!
Fyri okkum í Norðoyggjum er sambandið úteftir eitt ómetaliga týðandi mál, ið verður altavgerandi fyri framtíðina hjá Norðoyggjum sum undangonguøki, bæði mentanarliga, trivnaðarliga og ikki minst vinnuliga, har okkara fólk so mangan hava gingið undan og slóðað fyri øðrum.
Kappingarførið hjá vinnulívinum er í síðsta enda fortreytin fyri øllum øðrum virksemi í samfelag okkara.
Landsmyndugleikarnir mugu leggja sær í geyma, at allar fyritøkur arbeið aog leggja ætlanir úfrá teimum politisku fráboðanum, sum koma. Tað er tí sera óheppi og til skaða fyri álítið og trúnna á framtíðna í øki okkara, at landið í hesum so týðandi máli fyrst boðar frá og arbeiðir út frá eini tíðarætlan, fyri síðani brádliga at seta málið út í eina óvissu, sum eingin kennir avleiðingarnar av.
Mangir norðingar mundu kenna seg sleptar upp á fjall, tá okkara landsstýrisumboð ? í síðstu løtu av hesum valskeiði ? eftir øllum at døma lótu sær lynda, at málið varð útsett.
Grundgevingin fyri hesi brádligu útseting sigst vera, at vegagerðirnar til og frá fasta sambandinum ikki eru komnar upp á pláss.
Sjálvsagt hava so grundleggjandi broytingar í ferðslumynstrinum avleiðingar fyri veganetið, sum má tillagast nýggja tørvinum, men her ruggar kortini ikki heilt rætt, tí sum flestøll vita fer tunnilsarbeiðið ? um hildið verður fram eftir løgdu ætlanini ? frá nú av at taka eini 3-4 ár.
Í hesum tíðarskeiði er væl gjørligt hjá kommunum og landi í felag at finna greiðu á tí partinum ? ein útseting er tí ikki neyðug av hesi orsøk, men sjálvsagt skal ein vilji til.
Henda grundgeving bar tí brá av eini undanførslu.
Almennar kostnað/nyttu kanningar vísa, at júst hendan íløgan er ein tann samfelagsliga besta, og tað undrar tí almikið, at júst hendan íløgan mundi verðið ofrað, meðan ein eykajáttan fyri og onnur eftir, uttan kostnað/nyttu kanningar, verður samtykt á Føroya Løgtingi. ? Her hongur ikki saman.
Klaksvíkingar og norðingar hava tolnir bíðað eftir hesum tunnli og hava latið aðrar íløgutørvir bíðað ? júst við tí fyri eyga, at einki slíkt skuldi forða hesum so avgerandi framstigi, sum undirsjóvartunnilin er, bæði fyri Norðoyggjar men so sanniliga eisini fyri landið alt.
Tað er tí hugstoytt, at júst ein slík grundgeving varð brúkt sum grundgeving fyri at seta fasta sambandið um Leirvíksfjørð út í óvissu.
Eisini hevur kommunan í longri tíð ? ímóti sínum vilja og til ampa fyri vinnufyritøkur í býnum ? kent seg noydda at bíða við avgreiðslum av byggilendi til vinnuna á einasta staði í kommununi, sum í løtuni er byggibúgvi til vinnuligt endamál, tí at vegaføringin til tunnilin liggur dyst við hetta økið.
Við tí átrokandi eftirspurningi, sum er frá vinnufyritøkum um hetta økið, er mark fyri, hvussu leingi kommunan kann bíða við at svara hesum.
Tað kendist tí sum ein lætti, tá tað í gjár frættist, at landsstýrið kortini ? í síðstu løtu ? bar málið niðan í Tingið, har málið um heimild til stovnan av partafelag fyri stuttum fekk fulla undirtøku. Hetta var í sambandi við uppskot til løgtingslóg um stovnan av partafelag at gera fast samband um Leirvíksfjørð, ið varð samtykt av øllum 30 tinglimum, sum luttóku í atkvøðugreiðsluni.
Vón okkara norðinga skal vera, at tað eisini hesa ferð, nú anleggslógin kemur fyr, fær dygga undirtøku á Føroya Løgtingi ? til frama fyir landið alt.