Hetta var annars dagurin, sum var ætlaður til norðoyastevnuna.
Seinnu árini hevur gingist striltið at fáa fólk at koma á norðoyastevnu. Veðrið hevur fleiri ferðir argað, og nú stórdystur móti Italia eisini stendur á skránni, hava fyrireikararnir helst mett tað skilagott, um stevnan verður flutt. Men hetta er eisini eitt greitt tekin um, hvussu kappingin við aðrar fyriskipanirnir er harnað seinastu árini. Eisini hjá kappróðrinum.
FM-róðrarnir í ár verða annars hesir.
norðoyastevnan 9. juni
sundalagstevnan í Hvalvík 16. juni
jóansøkan á Tvøroyri 23. juni
eystanstevnan í Fuglafirði (varmakelda) 30. juni
fjarðastevnan á Strondum 7. juli
vestanstevnan í Sørvági 14. juli
ólavsøkan 28. juli
Nevndu dagar eru allir, leygardagar, og róð verður vanliga kl. 15.00









