Hóast ársins fyrsta stevna í roynd og veru ikki verður sett fyrrenn sunnudagin, hava fyrstu tiltøkini longu verið.
Hetta hendi kl. 17:30 í gjár, tá skipað varð fyri talvkapping fyri børnum og ungum í Skákinum á Akursmørk.
Seinni um kvøldið varð skipað fyri snarkapping í talvi fyri vaksin á sama staði.
Aftur í dag eru nógv tiltøk á skránni, m.a. enn ein talvkapping í Vágstúni ella á sama staði sum hóskvøldið.
Av tiltøkum í kvøld kann nevnast tað sum KFUM & K-skótarnir skipa fyri. Talan er um eitt kondibingo við café. Sagt verður, at byrjað verður kl. 19 uttanfyri felagsbygningin og at endað verður umleið kl. 21.