Norðoyastevnan kann fara at verða turrislig

Um verkfallið hjá arbeiðarunum heldur fram tær komandi vikurnar, so verður ikki nógv til av teimum sterkaru løgunum til Norðoyastevnu. Deildin í Klaksvík er nú farin at merkja verkfallið av álvara, men í høvuðstaðnum er ikki so galið enn

Í fjør var Norðoyastevna serstakliga váttlig leygardagin. Men tað komst ikki bert av rúsandi løgunum, sum fólk aloftast eiga inni til eina stevnu. Heldur var tað tað oysandi regni, sum førdi til tað. Um tað verður regn aftur í ár ella ikki, tað er ikki gott at vita enn, men um verkfallið hjá arbeiðarunum heldur fram, so týður nógv upp á, at norðoyastevnan í ár verður nakað turrislig, tá tað kemur til teir sterkaru løgirnar. Tí nú byrjar verkfallið av álvara at merkjast.
Jógvan Jacobsen, rakstrarleiðari á Rúsdrekkasølu Landsins sigur, at tey hava ikki flutt nakra vøru til tey støðini, har Strandfaraskipini sigla, síðani verkfallið varð lýst.
? Vit fáa tó flutt vøru til tey støðini, har tað er koyrandi. Tað vil siga til Saltangará og vestur í Vágarnar, sigur hann. Hann sigur eisini, at tey sjálvandi tóku hædd fyri, at verkfallið fór at koma, so tey fyltu goymslurnar kring landið áðrenn, men hann viðgongur tó nú, at um hetta heldur fram, so fer at verða tómligt til Norðoyastevnuna, sum verður um knappar tvær vikur.
-? Sum vit hava skilt, so er við at tømast í Klaksvík nú, og tað verður tískil ikki betur til Norðoyastevnu, um verkfallið varar so longi, sigur hann. Hann leggur tó afturat, at í Havn er ikki nakar stórvegis trupulleiki enn, og nógv er framvegis á goymslu.
Trygvi Poulsen, deildarleiðari í Klaksvík sigur, at hillarnar eru farnar at tømast av álvara í Klaksvík.
? Vit eru farin at mangla ávís sløg, sigur hann og væntar, at onnur sløg eisini fara at verða uppi í dag ella í morgin.
? Onkrar hillar eru tómar, og har kemur so heldur ikki meira, men so keypa fólk bara okkurt annað. Tað plagar so at vera, at tá tey ikki fáa júst tað slagið, sum tey vilja, so taka tey til takkar við onkrum øðrum ístaðin, sigur Trygvi Poulsen.
Tá tað kemur til brennivín, sigur Trygvi, at serliga gin er farið at ganga undan, meðan hini bæði sløgini, akvavit og vodka, enn eru í goymslunum.
Trygvi heldur tó ikki, at tað fer at verða nakar trupulleiki til Norðoyastevnu, tí tað letur til, at fólk eru byrjað at leggja inn undir seg. Hann sigur, at tey hava keypt meira enn vanligt farnu vikuna, og tað kann týða upp á, at tey vilja tryggja seg til stevnuna. Og harafturat heldur hann, at onkur helst fer at keypa inn aðrastaðni í landinum, har tað møguliga ikki er so tómligt.
? Tað er ongin ivi um, at handilin verður serstakliga tómur til Norðoyastevnu, um verkfallið heldur fram, men eg trúgvi, at flestu fólk fara at eiga inni til ta tíð, tí tað týður gongdin í søluni fyri tíðina uppá, sigur Trygvi Poulsen, deildarleiðari í Rúsuni í Klaksvík.

Øl fer ikki at mangla
Bryggjaríini bæði í landinum merkja somuleiðis verkfallið væl. Framleiðslan liggur still, men frá báðum verður sagt, at goymslurnar eru fullar, so ølið fer ikki ganga undan. Jóhan Mortensen sigur, at Restorff´s hevur øl á goymslu til einar tríggjar vikur, meðan stjórin á Føroya Bjór stutt og greitt sigur, at ølið fer ikki at mangla.
Hvørki bryggjaríini koyra vøru út, og tað merkti høvuðsstaðurin í seinastu viku, tá Veðrølið var uppi. Bæði bryggjaríini hava tó tikið hædd fyri verkfallinum og roynt at fylt goymslurnar upp, áðrenn tað gjørdist veruleiki.
Tað standa verkfalsvaktir við goymsluna hjá Føroya Bjór í Havn, men Einar Waag sigur, at tað verður ikki koyrt út, so longi verkfall er. Tað sigur Jóhan Mortensen eisini.
? Vit hava eina klokkuklára avtalu við Havnar arbeiðsmannafelag, so vit fara ikki at gera nakað verkfalsrakt arbeiði, sigur hann. Tað standa tó ikki verkfalsvaktir við goymslurnar hjá Restorff´s í Havn og heldur ikki hjá Føroya Bjór í Klaksvík.
Handlarnir eru eisini farnir at tømast fyri sodavatn nú, men tað kemur ikki meira út, tí onki verður sum sagt koyrt út, meðan verkfall er.