Tað hevur til tíðir verið ógvuliga rokaligt at fáa alt at hanga saman til norðoyastevnuna, men tað hevur gingið, sigur Jan Gardar, formaður í NFÍ, ið leggur norðoyastevnuna til rættis.
Men Jan Gardari dámar tó væl avbjóðingina. Hann hevur verið við at skipa fyri í mong ár, og heldur hann tað vera spennandi hóast tað nógva roksið. Jan Gardar hevur verið næstformaður í NFÍ í fimm ár, men nú er hann vorðin formaður fyri fyrstu ferð.
Norðoyastevnan í ár líkist nógv hinum stevnunum. Høvuðstiltøkini eru ítróttur, framsýnigar, dansur, røður og møti, so nakað er fyri øll, og tað er eisini júst hetta, ið er umráðandi, sigur Jan Gardar og leggur afturat, at um ein skal nevna nakað, ið skarar framúr á norðoyastevnu, so er tað kappróðurin og fótbólturin. Kappróðurin savnar nógv fólk leygardagin, og fótbólturin savnar nógv fólk sunnudagin. Hesuferð eru tað KÍ og NSÍ, ið leika norðoyastevnudystin. Dysturin er vanligur landskappingardystur, men í sambandi við norðoyastevnuna, verður steyp latið vinnandi liðnum.
Midnáttarsamkoma
Tað triðja tiltakið, ið er ógvuliga væl umtókt á norðoyastevnu er midnáttarsamkoman. Hon verður hildin norðoyastevnuaftan, í kvøld, á midnátt. Hesuferð er tað Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, ið ber fram røðu.
Jan Gardar sigur, at sera nógv fólk plaga savnast í Vágstúni til middnáttarsamkomuna, ið umframt midnáttarrøðuna eisini inniber felagssang og fýrverk.
Norðoyastevnudag verður eisini røða hildin. Hendan røðan verður hildin í sambandi við skrúgonguna við Klaksvíkar Hornorkestri, skótum og ítróttarfólki á odda. Og røðuna norðoyastevnudag í ár heldur Símun av Skarði frá Føroya Fólkaháskúla. Hann er valdur orsakað av, at Føroya Fólkaháskúli í ár fyllir 100 ár.
Norðoyastevnan í Havn
Eyðkent er fyri stevnurnar kring landið, at stevnugestirnir koma við Smyrli á middegi tann dagin kappróðurin er, og síðani fara tey avstað aftur tá kappróðurin er liðugur og Smyril fer aftur til Havnar. Ofta verður í hesum sambandi skipað fyri stórum dansitiltøkum í Havn, so nógv velja at fara í stevnudans í Havn. Hetta heldur Jan Gardar vera eitt sindur óheppi. Hann sigur skemtandi, at tað hevði verið gott, um Smyril ikki fór avstað aftur fyrr enn dagin eftir.
Spurdur, um tað ikki ber til at halda uppá stevnugestirnar við at skipa fyri stórum tiltaki beint eftir at Smyril er farin, svarar Jan Gardar, at hetta kanska hevði verið ein møguleiki, men at hetta ikki er nakað, ið nevndin í NFÍ hevur gjørt sær størri tankar um.
Hóast alt eru tað nógv fólk á norðoyastevnu, eisini norðoyastevnudag. Men sjálvandi hevur veðrið ógvuliga nógv at siga í hesum sambandi, sigur Jan Gardar.
Formaðurin í NFÍ sigur at enda, at hann heldur, at tað hevur eydnast væl at leggja norðoyastevnuna í ár til rættis. Hann heldur, at nóg mikið av tiltøkum eru hjá hvørjum einstakum at fara til, og vónar hann, at fólk fáa eina góða norðoyastevnu.









