Norðoyastevnan fer at vaksa nógv

? Vit skulu fyrireika okkum til, at Norðoyastevnan verður tvífalt so stór, tá ið undirsjóvartunnilin kemur. Kommunan, fyriskiparar og vinnulívið skulu gera eina kreativa alliansu fyri at betra og økja um Norðoyastevnuna komandi árini, sigur Rani Nolsøe, tónleikari og politikari

Eyðun Klakstein

Norðoyastevnan líkist sær sjálvari. Nógv tiltøk eru afturvendandi, ítrótturin spælir ein týðandi leiklut ár eftir ár, og fólkalívið er umfatandi.
Størsta óvissan tykist vera um, hvussu veðrið fer at skikka sær, og so er tað onkur ár komið fyri, at verkfall á privata arbeiðsmarknaðinum hevur órógvað fyrireikingarnar.
Rani Nolsøe, sum er tónleikari og politikari, heldur, at fasta sambandið um Leirvíksfjørð fer at skapa nýggjar møguleikar fyri stóru stevnuni í Norðoyggjum.
? Vit skulu fyrireika okkum til, at Norðoyastevnan verður tvífalt so stór, tá ið undirsjóvartunnilin kemur. Møguleikarnir at ferðast til og frá Klaksvík verða nógv betur, og tað fer at hava við sær, at vit fara at fáa nógv fleiri vitjandi, heldur hann.
? NFÍ ger eitt stórt og gott arbeiðið fyri at fáa Norðoyastevnuna upp at koyra, og uttan NFÍ var eingin stevna. Men vit eiga øll í okkara lagi at koma við konstruktivum kritikki, so at vit støðugt betra og menna stevnuna.
? Tað verður ikki minst neyðugt, nú vit fara at fáa fast samband um Leirvíksfjørð. Vit skulu gera eina kreativa alliansu millum kommununa, fyriskiparar og vinnulívið, so at vit fáa eina so stóra og góða stevnu, at fólk verða noydd at leita sær til Klaksvíkar. Vit skulu hava eina kulturtunnil um Leirvíksfjørð, sigur Rani Nolsøe.

Longdist heim
Tónleikarin, sum er best kendur úr bólkinum Frændum, men sum seinastu árini eisini hevur gjørt vart við seg sum lokalpolitkkari í Klaksvík, hevur upplivað Norðoyastevnuna gjøgnum fleiri ártíggjund.
? Eg havi sera nógv góð minni frá Norðoyastevnu bæði sum barn og ungur. Norðoyastevnan hevur havt nógv at siga fyri meg, og tá ið eg havi verið burtur á Norðoyastevnu, hava tankarnir leitað heim, og eg eri farin at leingjast, sigur Rani Nolsøe.
? Hóast eg var uttanlands í fleiri ár, so havi eg verið á nógvum Norðoyastevnum. Eg royndi at passa mær tað soleiðis, at eg kundi verða heima, tá ið Norðoyastevnan var. Og so havi eisini havt onkrar serligar stevnur. Tann mest sermerkta var í 2001, tá ið eg hevði vitjan av einari av mínum hetjum ? Kasparov. Tað var hugaligt at hava hann á vitjan heima hjá mær á Norðoyastevnu.
? Eg minnist, at hann tók til, at hetta mátti vera ein sunnur býur, tí her var so nógvur ungdómur, men so mátti eg greiða honum frá, at tað var eitt serligt vikuskiftið.

Mentan og vinna
Rani Nolsøe heldur, at stevnan hevur ómetaligan týdning fyri Klaksvík.
? Norðoyastevnan er størsta tiltakið av sínum slagi, sum vit hava í Norðoyggjum. Nógv fólk eru við í fyrireikingunum, og á stevnuni eru nógv góð upplivilsi at fáa. Stevnan er eisini handilslig, hon gevur ítróttarfeløgum og øðrum møguleikan at savna pengar, og tað hevur eisini týdning. Í einum haldbarum mentanarpolitikki er eisini eitt fíggjarligt aspekt. Vit mugu koma burtur frá gamla hugburðinum um, at mentan er ókeypis og frítíðarítriv.
? Mentan kann geva okkara lokaløkið sera nógv. Mentafólk hava nakrar týðandi dygdir ? kreativitet, broytingarvilja og dynamikk ? sum hevur stóran týdning fyri alt samfelagið. Eisini vinnulívið eigur at síggja virðið í hesum, sigur Rani Nolsøe.

Eggja fyriskiparum
Norðoyastevnan er fyrsta stevnan á árinum, og tað ger, at veðrið kann spæla vertum og gestum eitt puss.
? Norðoyastevnan er løgd so tíðliga á sumrinum frá gamlari tíð, tí tá vóru fiskimenn heima. Á tann hátt er hon ein søgulig stevna, og tí kunnu vit nú bara ynskja okkum, at hon lá seinni á árinum. Kanska áttu vit at tikið stig til at havt eina mentanarstevnu seinni á summrinum, kanska aftaná ólavsøku, heldur Rani Nolsøe.
? Mentanin fær bara størri týdning fyri menningina av einum øki, og tí eiga vit at síggja møguleikarnar í henni. Vinnan og mentanin mugu spæla saman, so at fólk og fyritøkur fáa hug at seta seg niður í Klaksvík.
Rani Nolsøe heldur, at kommunalu myndugleikarnir skulu spæla ein meira virknan leiklut, tá ið tað snýr seg um at skipa fyri og taka stig til mentarlig tiltøk.
? Vit eiga at eggja teimum, sum hava hug og dirvi til at skipa fyri tiltøkum, tí tað er gull vert fyri lokalsamfelagið. Eitt dømi er Jólaskipið, sum fær 2-3.000 fólk at savnast beint undan jólum. Eitt annað er dømið er sjálvandi Norðoyastevnan, sum vit allatíðina eiga at betra og menna.
? Positiv upplivilsi hava nógv at siga fyri gerandisdagin hjá okkum, og Norðoyastevnan skapar grundarlag fyri nógvum upplivilsum. Vit liva nú í einum upplivingarsamfelag, har mentanarlig tiltøk sum Norðoyastevnan fáa ein alt størri týdning, sigur Rani Nolsøe.