Norðoyaredaktiónin við nýggjari manning

Nú fáa klaksvíkingar og norðoyingar aftur høvið til at fáa beinleiðis samband við blaðfólk hjá Sosialinum. Frá komandi viku verður redaktiónin í Nólsoyar Pálsgøtu 1 opin tríggjar dagar um vikuna frá kl. 9 til 12.

Klaksvík: Tað var eitt stórt stig sum Sosialurin tók á sinni, tá vit lótu upp lokalredaktiónir kring landið. Eisini klaksvíkingar merktu til hesa satsingina.
Í blaðheiminum er tað altíð soleiðis, at fólk koma og fólk fara. Soleiðis hevur redaktión okkara í Klaksvík eisini merkt til skiftið av starvsfólkum á Sosialinum, og tí hevur redaktiónin ikki altíð hevur verið opin sum ætlað.
Men nú skal broyting koma í: Nú fer lokalredaktiónin í Klaksvík til verka aftur, hesaferð við trimum av blaðfólkum okkara.
Longu mánadagin kl. 9 fara klaksvíkingar at merkja til hetta.

Tríggjar dagar um vikuna
Skipanin verður soleiðis, at trý av blaðfólkum okkara fara at skiftast um at manna redaktiónina:
Mánadag fer Vilmund Jacobsen at vera fastur maður á redaktiónini. Mikudag verður tað Snorri Brend og hósdag Anna V. Ellingsgaard sum manna redaktiónina. Møguleiki er sjálvandi fyri at tey býta um dagar, skuldi tað gjørst neyðugt.
Men mánadag, mikudag og hósdag verður so altíð eitt blaðfólk á redaktiónini í Nólsoyar Pálsgøtu 1 í Klaksvík.
Uppgávurnar hjá hesum fólkunum verða at dekka tíðindi úr Klaksvík og Norðoyggjum annars.
Tað fer eisini framhaldandi at bera til hjá viðskiftafólki okkara at koma inn á gólvið hesar dagarnar við heilsanum, lýsingum til lýsingartorgið, lesarabrøvum ella viðmerkingum, tilfar til Nøvn í vikuni og annað viðkomandi, sum norðoyingar ynskja skal koma í blaðið. Til ber eisini at gjalda fyri lýsingarnar og heilsaninar á redaktiónini.
So verð vælkomin at vitja redaktiónina mánadagin kl. 9.



Sosialurin í Klaksvík
Adressa: N. Pálsg. 1
Tlf.: 458686 og 458685
Fax: 458687
Teldupostur: klaksvik@sosialurin.fo