Norðoya Sparikassi kemur í dag við einum góðum hálvársroknskapi fyri fyrra hálvár í 2011.
Norðoya Sparikassi hevði avlop í fyrra hálvári í 2011, tilsamans 3,5 milliónir krónur eftir skatt.
Sama tíðarskeið í fjør hevði bankin hall á 8,5 milliónir krónur.
Hetta er samstundis fyrstu ferð í trý ár, at bankin kemur út við einum avlopi eftir skatt.
Fyri alt árið 20011 væntar Norðoya Sparikassi at koma út við einum avlopi upp á 10 - 20 milliónir krónur áðrenn niðurskrivingar. Tó slepst ikki undan niðurskrivingum og tað fer at ávirka endaliga úrslitið negativt, men bankin væntar at tær verða minni enn undanfarin ár.