Norðoya Sparikassi væl fyri

Samstundis sum fíggjarkreppan rakar kring um í heiminum, og lutvíst eisini Føroyar, er heimliga fiskivinnan heldur verri fyri. Klaksvíkin er kend fyri at vera vinnubýur, og nógv virksemi har er tengt at fiskivinnuni. Tá skuldi man eisini trúð, at eitt nú Norðoya Sparikassi var við til at fíggja stórar partar av fiskivinnuni har, men so er ikki

Norðoya Sparikassi hevur, eftir øllum at døma, ikki nógvan pening standandi í teirri óstøðugu fiskivinnuni.

- Av okkara samlaðu útlánum eru bara okkurt um sjey prosent til fiskivinnuna á sjógvi og landi. Hetta svara til okkurt um 150 milliónir krónur. Men tað skerst ikki burtur, at stórur partur av teimum burturleggingum, sum vóru í fyrra hálvári, vóru orsakað av gongdini í fiskivinnuni. Men eg haldi at tað er ein fyrimunur fyri tað føroyska fíggjarkervið, at partar av fiskivinnuni eru fíggjaðir í eitt nú Íslandi, tí at sveiggini í hesi vinnuni eru so stór, greiðir Eyðfinn Reyðberg frá.

Norðoya Sparikassi silgur tískil ongan vandasjógv í løtuni. Eginpeningurin í mun til javnan er 16 prosent, og teir hava sett sær fyri at hava rímuliga stóran eginpening.

- Um tú hyggur at eitt nú Danske Banke, so hevur hann okkurt um fýra prosent, og Roskilde Bank hevði okkurt um seks prosent av eginpeningi í mun til samlaða javnan. Vit hava lagt okkum eftir at hava stóran eginpening, og gjaldføri hjá Norðoya Sparikassa er somuleiðis gott. Útlánsprosentið í mun til innlán eri 110 prosent, og hetta er áleið tað, sum er vanligt, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa.


Nú er tíðin at gjalda

Seinastu tvey til trý árini hava føroyingar gjørt sera stórar íløgur. Eyðfinn Reyðberg væntar at næstu tvey til trý árini fara til at gjalda niðuraftur uppá stóru íløgurnar.

- Tað er júst sum tá tú keypir tær ein nýggjan bil. Tú brúkar nógvan pening uppá nýggja bilin, og so hevur tú hann í nøkur ár meðan tú betalur niður uppá hann, tú fert ikki út og keypir tær ein nýggjan aftur beinanvegin. Tað er júst tað sama sum hendir á fíggjarmarknaðinum. Nú hava vit gjørt stórar íløgur seinastu tvey til trý árini, og so fara vit at brúka tey komandi árini at gjalda niður uppá hesar íløgur, sigur Eyðfinn Reyðberg at enda.