Umframt at vera varamaður stjórans, hevur varastjórin ábyrgdina av øllum innanhýsis viðurskiftum sparikassans, meðan undirstjórin hevur ábyrgdina av øllum samskifti við sparikassans viðskiftafólk. Við hesari broyting kemur sparikassin at hava tvístreingjaða leiðslu, har stjórin saman við varastjóranum og undirstjóranum mynda stjórnarráð sparikassans. Menningarleiðarin hevur ábyrgdina av menning av eitt nú nýggjum produktum, tænastum og konseptum.
Marner Mortensen er útbúgvin HD. Hann hevur starvast í sparikassanum síðan 1996 og gjørdist fyrisitingarleiðari í 1998.
Eyðun Kjølbro er útbúgvin Finans Diplomur. Hann byrjaði sum sparikassanæmingur í 1995 og gjørdist leiðari á vinnudeildini í 2000.
Gunnar Nolsøe byrjaði sum næmingur í sparikassanum í 1987, har hann gjørdist marknaðarleiðari í 1998.
Myndtxt:
Í gjár tilnevndi Norðoya Sparikassi Marner Mortensen sum varaleiðara, Eyðun Kjølbro sum undirstjóra og Gunnar Nolsøe sum menningarleiðara