Tá størsta tónleikatiltakið í Norðyggjum nakrantíð fer av bakkastokki komandi vikuskiftið, liggur luturin hjá Norðoya Sparikassa ikki eftir. Umframt at vera høvuðsstuðul hjá Summarfestivalinum, bjóðar sparikassin eisini øllum til stórt uttandura morgunmatarborð í miðbýnum leygarmorgunin, har onkrir av solistunum á festivalinum eisini verða at hoyra av sparikassapallinum. Sparikassin fyllir nevniliga eisini 85 ár í ár og hevur valt at nýta hetta høvið til at hátíðarhalda dagin. Vanligt er annars bert at hava eina lítla móttøku, men sparikassastjórin sigur, at tey leingi hava hugsað um at gjørt okkurt meir burturúr, so at allir norðoyingar eisini kunna vera partur av hátíðarhaldinum. Og tí var tað upplagt at gera tað hendan festival-leygarmorgunin.
Trýr uppá tiltakið
Spurdur um, hví sparikassin hevur sagt ja til at vera høvuðsstuðul hjá Summarfestivalinum, sigur Eyðfinn Reyðberg, at tað kemst av fleiri orsøkum.
- Vit hava frá byrjan trúð uppá hetta tiltakið. Áhugabólkurin aftanfyri er settur saman av persónum við røttu førleikunum til at tryggja, at tiltakið er í so góðum góðum hondum, sum til ber, líka frá tí tekniska til tað fíggjarliga. Men fyrst av øllum er hetta eitt sera fólksligt tiltak, har okkurt er fyri flestu aldurs- og áhugabólkar, sigur Eyðfinn.
Eyðfinn heldur eisini tiltakið fríggjakvøldið, har Ken Hensley fer at greiða frá sínum royndum og arbeiði við at gera tónleik, vera eitt øðrvísi og positivt innslag, sum ikki minst ungir ambitiøsir tónleikarar kunnu fáa stóra gleði av. Hann heldur hetta vera eitt týðiligt tekin um, at fyrireikarnir eru nakrar eldsálir, ið meina nakað við tað, og at slíkum kreftum eiga vit at øll at stuðla.
- Vit eru sum oftast skjót at fílast á, at ov lítið hendir her norðuri, men ofta er tað misjavnt við uppmøtingini, tá so onkur endiliga tekur stig til at gera nakað. Nú haldi eg vit øll hava eitt gott høvi til at vísa stigtakarnum, at teir ikki standa einsamallir, sigur Eyðfinn.
Sparikassin og tónleikurin
Hetta er ikki fyrstu ferð, navnið á Norðoya Sparikassa er at síggja í samband við tónleik. Tá peningastovnurin fylti 80 ár, varð ?Tónleikagrunnur Norðoya Sparikassa? settur á stovn, og endamálið við grunninum er at stuðla og menna tónleikin í Føroyum í breiðari merking. Hesi fimm árini, grunnurin hevur virkað, hevur hann latið út við 1 millión í stuðli til fløguútgávur, tónleikatiltøk og einstaklingar, og onkur av hesum nøvnunum verða eisini at síggja á Summarfestivalinum.
Eyðfinn Reyðberg sigur, at tað sjálvsagt altíð liggur nakað av marknaðarføring í at stuðla einum tiltaki sum Summarfestivalinum, men at tankin hesuferð røkkur nakað væl longri enn bara til stuttskygdan lýsingarvinning.
- Tað kostar at byggja nakað upp, men eg eri rættiliga vísur í, at við teimum røttu umstøðunum frá byrjan, kann Summarfestivalurin gerast eitt tiltak, sum er komið fyri at vera, og sum fer at lokka nógv fólk hendan vegin tá tunnilin kemur, sigur Eyðfinn, sum heldur tað vera sera hóskandi at Klaksvíkin við Norðoyastevnuni í mei/juni og Summarfestivalinum í august soleiðis verður karmur um byrjanina og endan á føroyska stevnu- og festivalárinum. Sjálvur er Eyðfinn sera spentur til komandi vikuskifti, men enn hevur hann ikki rættiliga gjørt av, hvørjum hann fer at lurta eftir.
- Í fyrsta umfari fari eg at peila av, práta við fólk og so annars njóta tann serliga festivalstemmningin, sum fer at merkja býin hesar dagarnar, sigur sparikassastjórin, sum vónar at síggja nógv fólk í býnum komandi vikuskiftið.









