Norðoya Sparikassi stórt hall í fjør

Úrslitið hjá Norðoya Sparikassa í 2008 gjørdist eitt hall áðrenn skatt uppá 64 milliónir krónur samanborið við eitt avlop upp á 30 milliónir krónur í 2007

Norðoya Sparikassi sigur í ársfrásøgnini, at rentuinntøkurnaqr í fjør vóru 62 milliónir krónur samanborið við 67 milliónir krónur í 2007. Minkingin stavar í høvuðsheitum frá, at rentan til lánistovnar var munandi hægri í 2008 enn í 2007, saman við at rentumarginalur sparikassans var 0,5 % lægri í 2008 enn í 2007.

Netto rentu- og kostnaðarinntøkurnar fullu somuleiðis við 5 mió.kr., úr 80 milliónum krónum í 2007 til 75 milliónir krónur í 2008. Ein minking uppá 6 %. Virðisjavnan av lánsbrøvum, gjaldoyra og partabrøvum gjørdist í 2008 eitt hall upp á 27 milliónir krónur, móti einum halli uppá 2 milliónir krónur í 2007.

Av- og niðurskrivingar av ítøkiligum ognum vóru 8 milliónir krónur í 2008 í mun til 3 milliónir krónur í 2007. Hækkingin stavar frá, at sparikassin hevur valt at niðurskriva ítøkiligar ognir við 5 milliónum krónum eyka í 2008. Netto avskrivingar og burturleggingar uppá útlán er ein útreiðsluføring uppá 48 milliónir krónur í 2008 í mun til eina inn-tøkuføring uppá 2 milliónir krónur í 2007.

Gjaldførið var 603 milliónir krónur við árslok 2008. Tá er trekningsrættur í Danmarks Nationalbank íroknaður. Gjaldførið var við árslok 70 % av stuttfreistaðu skyldum sparikassans. Lógin krevur 15%. Av samlaðu skyldum sparikassans var gjaldførið við árslok 26 %. Lógin krevur her 10%.

Solvensur sparikassans fall 2 %, frá 17,2 % við árslok 2007 til 15,2 % við árslok 2008. Lógin krevur 8 %.