Norðoya Sparikassi stórt hall

Norðoya Sparikassi hevði eitt hall upp á 56 milliónir krónur í fjør. Sparikassin er misnøgdur við úrslitið, men roknar við at venda gongdini í ár. Norðoya Sparikassi hevur seinastu tvey árini havt hall fyri oman fyri 100 milliónir krónur. Í 2009 var hallið 46,1 millión krónur, og í fjør vaks hallið til 56 milliónir krónur.

- Sparikassin er ikki nøgdur við úrslitið. Úrslitið er fyrst og fremst merkt av virðisjavnan av óskrásettum partabrøvum og íløguognum, niðurskrivingum uppá útlán og burturleggingum uppá ábyrgdir, sigur Norðoya Sparikassi.

- Harafturat er úrslitið fyri 2010 merkt av óvanligum útreiðslum í samband við bankapakkar, stjóraskifti og skifti av KT veitara.

- Verður sæð burtur frá frammanfyri nevndu viðurskiftum, er úrslitið frá vanligum rakstri batnað í 2010 og liggur nú á einum hægri støði enn í 2009. Sparikassin væntar at positiva gongdin í vanliga rakstrinum heldur fram í 2011.

Norðoya Sparikassi heldur, at útlitini fyri avlopi av vanligum rakstri í 2011 eru betri enn tvey tey undanfarnu árini. Um sæð verður burtur frá virðisjavnan og niðurskrivingum uppá útlán, verður talan um eitt avlop uppá 15-20 mió.kr., heldur Norðoya Sparikassi.