Kapping um viðskiftafólk
?Vit mugu vera ógvuiliga varin, so at vit ikki at ganga fólki ov nær. Og at peningastovnar brúka bíðilistan eftir grundstykkjum í royndini eftir at útvega sær viðskiftafólk, er at ganga fólki ov nær.
Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassi heldur ikki, at seinasta átakið hjá teimum báðum stóru peningastovnunum, Føroya Banka og Føroya Sparikassa er sømilig framferð hjá einum peningastovni.
Tað, hann sipar til, er, at í grein í Sosialinum í farnu viku varð greitt frá, at teir báðir stóru peningastovnarnir høvdu fingið bíðilistan við nøvnunum á teimum, sum hava søkt um grundstykki í Havn.
Við lógini um alment innlit í hondini høvdu teir biðið um listan frá Tórshavnar Býráð og síðani hava fleiri av teimum, sum hava søkt um grundstykki í Havn, fingið bræv frá peningastovnunum við tilboði um fígging.
Ganga fólki ov nær
Í Klaksvík er støðan ikki ólík teirri í Havn. Eisini í Klaksvík er hampiliga langur bíðilisti eftir grundstykkjum og í næstum verða nøkur og tjúgu stykki boðin út.
Tí er tað ikki óhugsandi at næsta stigið hjá peningastosvnunum verður at fáa fatur bíðilistanum í Klaksvík, nú teir hava lagt á tann bógvin í høvuðsstaðnum.
Vit hava spurt ein annan peningastovn, Norðoya Sparikassa, um vit nú eisini kunnu vænta, at hann eisini fer at biðja um bíðilistan eftir grundstykkjum frá Klaksvíkar Býráð.
Men tað fer Norðoya Sparikassi ikki at gera.
? Eg má siga sum er: Mær dámar ikki slíka framferð, tí eg haldi, at hetta er at ganga fólki ov nær, sigur stjórin, Eyðfinn Reyðberg.
?Tí fara vit aldrin at biðja um bíðilistan eftir grundstykkjum. Skuldi tað hent, at okkara kappingarenytar fara at biðja um at fáa bíðilistan í Klaksvík útflýggjaðan, fara vit kortini ikki at gera tað sama.
?Slík framferð er ikki okkara stílur, sigur Eyðfinn Reyðberg.
Stjórin heldur, at ein umsókn um grundstykki er eitt mál av privatum slag ímillum kommununa og tann einstaka borgararan, sum søkir um grundstykki.
? Hetta er ikki eitt mál, sum viðvíkur peningastovnunum, í hvussu so er ikki Norðoya Sparikassa.
?Eftir okkara tykki er hetta ikki eitt mál, sum viðvíkur ikki peningastovnunum fyrrenn í teirri løtu, at eitt viðskiftafólk vendir sær til okkum at biðja um fígging.
Stjórin í Føroya Banka hevur ført fram, at bankin er ein fyritøka sum eigur at gera vart við seg.
? Vit halda ikki, at vit hava brúk fyri at gera vart við okkum á hesum øki og at vísa, at vit eru til. Tey, sum ætla sær at byggja, vita fullvæl, hvørjir fíggingarmøguleikar eru, og tey kann málið, áðrenn tey taka støðu til, hvagar tey venda sær.
? Tað hevur altíð verið siðvenja í Føroyum, at tað eru viðskiftafólkini, sum venda sær til peningastovnin í privatum viðurskiftum sum hesum og ikki øvugt.
Hann sigur eisini, at tað kunnu vera ymisk privat viðurskifti, sum gera, at umsøkjarar ikki hava áhugað í, at tað verður almannakunngjørt, at teir hava søkt um grundstykki.
?Tí haldi eg, at hetta eru privat viðurskifti. Eftir mínum tykki er hetta so privat viðurskifti at høvdu vit gjørt tað, eru eg næstan vísur í, at tað hevði givið baksláttur, so at vit høvdu mist viðskiftafólk, heldur enn at fingið nøkur afturat, sigur Eyðfinn Reyðberg