Klaksvíkar kommuna og Norðoya Sparikassi hava í dag hava gjørt avtalu um økið eystanfyri Ósánna Avtalan gevur grundarlag fyri, at Norðoya Sparikassi nú kann fara undir neyðugu fyrireikingarnar at byggja nýggjan sparikassabygning á økinum, siga sparikassin og kommunan í felags fráboðan.
Avtalan inniber, at økið millum nýggja skúlan við Ósánna og skrivstovubygningin hjá Norðoya Sparikassa verður broytt til miðstaðarøki E1. Samstundis er ætlanin, at sparikassin keypir grundøki, sum liggur framvið Ósánni eystarumegin, frá Klaksvíkar kommunu.
Norðoya Sparikassi hevur keypt seks av teimum átta sethúsunum, sum vóru á økinum millum Skúlavegin og Ósavegin, og hevur við hesi avtalu við kommununa nóg stórt grundøki, til at kunna byggja ein nýggjan og tíðarhóskandi umsitingarbygning á økinum.
Ætlandi fer Norðoya Sparikassi at bjóða til arkitektakapping um nýggja bygningin næsta ár.