Norðoya Sparikassi nýggjar deildir

Norðoya Sparikassa fer ikki at sita friðarligur í Klaksvík, nú undirsjóvartunnilin fer at lata upp, og Norðoyggjar gerast ein partur av meginøkinum

Lokali peningastovnurin í Norðoyggjum verður nevniliga ikki bara lokalur í framtíðini, tí Norðoya Sparikassi fer at lata tvær nýggjar deildir upp í næstum.
 Vit fara at lata deildir upp í Runavík og í Havn í 2006, og tá eru vit komin út í trý tey størstu økini í landinum. Tá kunnu tríggir fjórðingar av øllum íbúgvunum í Føroyum koyra til eina deild hjá Norðoya Sparikassa innanfyri eitt korter, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri.
 Vit fyrireika í løtuni nýggju deildirnar, og vit eru sera spent upp á hetta. Vit halda, at Norðoya Sparikassi hevur nakað at bjóða í kappingini við hinar peningastovnarnar, sigur hann.