Frá í dag hevur Norðoya Sparikassi enki við tað størsta arberiðsplássið í Klaksvík at gera Norðoya Sparikassi, sum hevur fíggjað Kósina síðani 1993, hevur einki við virkið at gera longur. Tað er greitt eftir ein fund í dag, sigr stjórin, Eyðfinn Reyðberg, við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Norðoya Sparikassi og Føroya Banki hava í dag gjørt semju um, hvør skal vera høvuðskreditorur hjá Kósini frameftir, og tað verður Føroya Banki. Samstundis má Norðoya Sparikassa staðfesta at hava mist 15 milliónir krónur upp á at fíggja Kósina.
Eyðfinn Reyðberg leggur afturat, at Norðoya Sparikassi kann rokna við milliónatapi av trolbátinum Gormi, sum skal seljast á tvingsilsuppboði.
Kelda: Kringvarpið