Norðoya Sparikassi hevði fyrra hálvár eitt úrslit áðrenn skatt uppá 20 mió. kr. og er hetta besta hálvársúrslit, ið sparikassin nakrantíð hevur havt. Vøkstur hevur verið á øllum forrættningsøkjum og sást hetta aftur við at fíggjarjavnin er øktur við 25% hetta seinasta ári og er nú 2 millardir kr.
Tað, at sprikassin hevur latið nýggjar deildir upp bæði í Saltangará og Tórshavn, hevur ført við sær munandi vøkstur bæði í útláni og innláni, og hevur útlánsvøksturin verið 34%, meðan innlánsvøksturin hevur verið 15%.
Góða úrslitið hetta seinasta ári hevur gjørt, at eginpeningurin er vaksin við 13% og er nú 327 mió. kr.
Starvsfólkatalið er vaksið nógv hetta seinasta ári, og er nú 55. Góða gongdin væntast at halda fram og rokna vit við, at úrslitið fyri alt árið fyri 2007 verður um 40 mió kr. áðrenn skatt.