Hóast Eik lat aftur deild sína í Fuglafirði í gjár, so er longu í dag greitt, at fuglfirðingar kortini ikki nýtast av bygdini at greiða síni bankaørindi. Tí Norðoya Sparikassi letur nú upp deild í Fuglafirði.
Hetta váttar Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa, sum júst í hesi løtu er á veg til Fuglafjarðar at hyggja at hølunum, sum Norðoya Sparikassi skal húsast í og hølini eru í tey sum BankNordik átti í Føroya Banka bygninginum Muntra, sum P/F Sandskip nú eigur.
Meira verður at hoyra um málið í tíðindunum á Rás2 klokkan 11.










