Norðoya Sparikassi letur deild aftur

Minkandi tørvur á avgreiðslum ger, at Norðoya Sparikassi letur aðra av smáu deildunum í Klaksvík aftur

 

Klaksvík: 5. juli letur Norðoya Sparikassi deildina hjá sær á Stangavegnum í Klaksvík aftur.

Eftir tað skulu viðskiftafólk hjá sparikassanum í Klaksvík gera síni ørindi í høvuðsdeildini á Ósávegi ella á deildini við Klaksvíksvegin.

? Heimagreiðslan, FR-kort og aðrar tænastur gera, at tað er minni tørvur á avgreiðslum við kassan í sparikassanum, og hetta er ein orsøk til, at vit lata deildina aftur, sigur Eyðfinn Reyðberg, sum er stjóri í Norðoya Sparikassa.

? Ein onnur orsøk er, at vit vilja styrkja ráðgevingina og tænastuna annars á hinum deildunum hjá sparikassanum, so viðskiftafólkini samanlagt fáa eina betri tænastu, sigur hann.


Ein fyrimunur

Norðoya Sparikassi ætlar at nútímansgera deildina við Klaksvíksvegin, eins og økt verður um parkeringsmøguleikarnar við høvuðsdeildina.

Norðoya Sparikassi hevur deildir í Klaksvík, Norðdepli, Viðareiði og í Lorvík.

Síðani 5. juli í 1993 hevur sparikassin havt deildina á Stangavegi, og nú átta ár seinni verður deildin latin aftur.

? Tað er við sorgblídni, at vit lata deildina á Stangavegnum aftur, men vit gera tað, tí vit halda, at tað í longdini verður ein fyrimunur fyri sparikassan og viðskiftafólkini, sigur Eyðfinn Reyðberg.