Norðoya Sparikassi áhugaður í Vágum

Leiðslan i Norðoya Sparikassa hevur verið í Sandavági og kannað møguleikarnir fyri at lata deild upp í bygdini

Norðoya Sparikassi er áhugaður í at lata deild upp i Sandavági, nú Føroya Banki hevur latið aftur, og Føroya Spariakssi steingir í morgin. Leiðslan í Norðoya Sparikassa hevur verið í Sandavági og kunnað seg um støðuna.
?Tað er eingin endalig støða tikin til málið enn, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa, men áhugin frá okkara síðu er reellur. Og vit hava fingið fleiri beinleiðis áheitanir úr Sandavági um at lata deild upp, so vit arbeiða í álvara við málinum.
Tað verða sjálvandi fleiri spurningar at taka støðu til, áðrenn gjørt veðru av at taka so stórt stig, sum lata upp deild í Vágum, sigur stjórin í Norðoya Sparikassa. Men í hansara hugaheimi er tað als ikki ómøguligt, at ein slík deild gerst veruleiki.
Norðoya Sparikassi hevur deildir ymsastaðni í Norðoyggjum og í Leirvík, og tað ber væl til, sigur hann. Vágar og Norðoyggjar líkjast eftir hansara meting nakað væl, so tað skuldi ikki verið ókent land hjá sparikassanum at komið vestur í Vágar við eini deild.
Sjálvandi kostar tað at hava eina deild í Vágum, og tí má roknast væl eftir, hvørjir fyrimunirnir og vansarnir eru, áðrenn endalig avgerð verður tikin um at lata upp, sigur hann. Tað arbeiðið er í gongd. Málið hevur verið viðgjørt á nevndarfundi í Norðoya Sparikassa, og stjórin arbeiðir nú víðari við tí.
Eyðfinn Reyðberg sigur, at tá tað var veruleiki, at báðir teir stóru peningastovnarnir stongdu sínar deildir í Sandavági, fekk Norðoya Sparikassi beinleiðis áheitanir úr Sandavági um at lata deild upp í bygdini.
Hann metir eina bygd við oman fyri 700 fólkum, sum ein rímiligan marknað, og tí verður arbeitt seriøst við hesum málinum, sigur stjórin í Norðoya Sparikassa.

Mynd - Føroya Sparikassi
Myndatekstur:
Deildin hjá Føroya Sparikassa í Sandavági letur aftur í morgin, og so er eingin peningastovnur í bygdini. Norðoya Sparikassi arbeiðir, eftir áheitanum úr Sandavági, seriøst við møguleikanum at lata deild upp í bygdini
Mynd: Edvard Joensen

Norðoya Sparikassi áhugaður í Vágum
Leiðslan i Norðoya Sparikassa hevur verið í Sandavági og kannað møguleikarnir fyri at lata deild upp í bygdini

Tænasta
Edvard Joensen
Sandavági:Norðoya Sparikassi er áhugaður í at lata deild upp i Sandavági, nú Føroya Banki hevur latið aftur, og Føroya Spariakssi steingir í morgin. Leiðslan í Norðoya Sparikassa hevur verið í Sandavági og kunnað seg um støðuna.