Úrslitið fyrra hálvár 2009 hjá Norðoya Sparikassa gjørdist eitt hall uppá 10,8 milliónir krónur. Høvuðsorsøkin er stórar niðurskrivingar ímóti tapi av útlánum. Netto rentu- og kostnaðarinntøkurnar vóru 32 mió.kr. fyrra hálvár 2009. Hetta er ein minking uppá 6 mió.kr. í mun til sama tíðarskeið í 2008. Høvuðsorsøkin til hetta er, at rentumarginalur sparikassans hevur verið lægri í 2009 enn í 2008. Somuleiðis er inntøkan av kostnaði og provisjónum lækkað.
Útreiðslur til starvsfólk, umsiting og aðrar vanligar útreiðslur vóru fyrra hálvár 2009 27 mió. kr., sum er eitt vet hægri enn í 2008. Her eru útreiðslur í samband við Bankapakka I uppá 3,6 mió.kr. íroknaðar.
Netto niðurskrivingar uppá útlán vóru 17,2 mió. kr. fyrra hálvár 2009 móti 6,7 mió. kr. sama tíðarskeið í 2008. Hóast tað í 2009 eru tíðulig tekin um, at afturgongdin á mongum økjum er steðgað, og at avmarkað framgongd er staðfest á fleiri vinnuøkjum, hevur sparikassin við at meta um váðan og framtíðarútlit annars, niðurskrivað og sett av móti tapi uppá útlán 17,2 mió.kr.
Gjaldførið hjá Norðoya Sparikassa er sera gott. Eginpeningurin er nú 265 mió. og solvensurin 15,1 %. Sparikassin hevur avgjørt at søkja um kapitalinnskot undir bankapakka II. Hetta kemur at hækka solvens sparikassans við 3 %, so hann verður 18,1 % og eginpeningin við 50 mió.kr. so hann verður 315 mió.kr.