Norðoya Sparikassi hækkar rentuna

Norðoya Sparikassi ger nú sum hinir peningarstovnarnir og hækkar rentuna á útlánum.

Sparikassin sigur, at hækkingin stendst av øktum fíggjarkostnaðum og øktum útreiðslum til Indskydergarantifonden.

Rentuhækkingin merkir, at allar útlánsrentur hækka 0,5 prosent.

Lægsta renta til bústað hækkar úr 5,1 prosentum upp í 5,6 prosent.

Hækkingin er ikki galdandi fyri útlán við fastari rentu og útlán, sum eru bundin at CIBOR rentunum.

Rentubroytingin kemur í gildi 1. september.