Tað tók ein viku hjá Norðoya Sparikassa at selja gamla handilsimperiið hjá Osmundi Justinussen og synunum Gunnari og Tummasi. Handilin hjá Eli við Landavegin, Statoilstøðin á Argjum og Hjá Pidda á Toftum eru seld, meðan bakaríið og handilin hjá Gunnleivi væntandi verða seld í vikuni. Sostatt eru allir fýra handlarnir í P/F Vørði, sum Norðoya Sparikassi keypti 1. august, longu seldir.
Eftir stendur bygningurin hjá Gunnleivi við Hoyvíksvegin.
- Tað er eingin loyna, at tað einans hevur verið bygningurin við Hoyvíksvegin, sum vit vóru áhugað í, tá vit keyptu P/F Vørður. Vit eru tískil fegin um, at handlarnir nú eru seldir, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa.
Ymiskir keyparar
Nýggju eigararnir eru allir virknir handilsmenn. Handilin hjá Eli er seldur til Jaspur Johannesen, ið frammanundan eigur matvøruhandlarnar Inn ávikavist við Norðskála og í Klaksvík.
- Vit eru sera fegin um keypið. Handilin hjá Eli passar væl inn í okkara handilskonsept og ætlanirnar um at víðka um okkara virksemi, sigur Jaspur Johannesen.
Handilin hjá Pidda á Toftum hevur handilsmaðurin Kristian Suni Jensen vanliga nevndur Bassi keypt. Hann eigur eisini handilin hjá Haraldsen í Fuglafirði, Kiosk Vár í Runavík og í Klaksvík umframt gamla snikkaravirkið á Kambsdali.
Petur Eirik Djurhuus og Hans Jørgen Djurhuus hava keypt Statoilstøðina á Argjum. Feðgarnir eiga frammanundan matvøruhandlarnar PE í Havn og PW í Gøtu.
Enn er óvist, hvør keypir virksemið hjá Gunnleivi við Hoyvíksvegin.
Við í fíggingini
Stjórin í Norðoya Sparikassa dylur ikki fyri, at áhugin fyri handlunum hevur verið stórur. Har vóru fleiri um boðið, sigur hann, men sparikassin legði alla tíðina dent á, at keyparin skuldi hava royndir á økinum.
Ein freistandi tanki er at selja til hægstbjóðandi, men sum skilst stendur Norðoya Sparikassi fyri einum parti av fíggingini, og sostatt vórðu arbeiðsroyndirnar hjá keyparanum vigaðar høgt.
- Hetta sær fornuftigt út. Vit hava selt til fólk, ið vita, hvat tað snýr seg um, og sum hava ætlanir um at víðka um virksemið og gerast betur, sigur Eyðfinn Reyðberg.
Nú er bert bygningurin hjá Gunnleivi eftir. Við síðuna av liggur handilsmiðstøðin Miðlon, sum Norðoya Sparikassi eigur í. Ætlanin er at samansjóða báðar bygningarnar, soleiðis at bygningurin verður ein partur av miðstøðini. Sum er, hýsir hann einum bakaríi, nakrar útleigaðar skrivstovur og Rás 2. Men tey verða ikki blakað út enn.
- Sum er, kann virksemið í bygninginum halda fram. Helst ganga nøkur ár, áðrenn tað verður áhugavert at nýta hann í sambandi við Miðlon, sigur stjórin í Norðoya Sparikassa.