Norðoya Sparikassi bjóðar realkreditt

Sum tann triði peningastovnurin í landinum fer Norðoya Sparikassi nú eisini at bjóða sínum kundum donsk realkredittlán.

Norðoya Sparikassi hevur skrivað undir samstarvsavtalu við DLR Kredit í Dammark um at bjóða realkredittfígging til føroyskar bústaðir.

Sambært sparikassanum er ætlanin at nýggja tilboðið skal koma í gildi 1. september. Norðoya Sparikassi sigur einki um, hvørjir kostnaðirnir vera fyri at taka ella leggja um til realkredittlán, og heldur ikki verður upplýst, hvussu høgt sonevnda "bidragið" verður. Tað verður upplýst seinni, sigur sparikassin.

DLR Kredit samstarvar longu við BankNordik um at veita realkreditt til føroyskar bústaðir.

Norðoya Sparikassi hevur latið bíðað eftir sær, meðan hinir peningastovnarnir síðstu tíðina hava skorið nógv oman av sínum bíligastu bústaðarlánum.

Men í dag kom so útspælið frá Norðoya Sparikassa, sum lækkar lægstu rentuna á fyrsta veðrætti til bústaðir við einum prosenti - úr 5,25 prosent niður í 4,25 prosent.

Í Norðoya Sparikassa røkkur fyrsti veðrættur fyri 4,25 prosent í rentu upp til 75 prosent av virðinum á bústaðinum, tó í mesta lagi 1,2 millión krónur.

Tey, sum eiga pengar á bók í Norðoya Sparikassa, fáa minni burturúr, nú skrúvað verður uppá rentuna. Norðoya Sparikassi boðar frá, at rentan á flest øllum innlánum lækkar við upp til 0,6 prosentstigum.

Rentulækkingarnar í Norðoya Sparikassa koma í gildi 15. juni.