Norðoya Sparikassi verður 97 ár tann 24. september 2016.
Framskygd fólk í Norðoyggjum tóku í 1919 stig til at stovna ein sparikassa. Tørvur var á einum peningastovni í økinum, sum kundi veita bæði privatum og vinnurekandi tænastur, skrivar Norðoya Sparikassi í tíðindaskrivi.
Nógv er broytt síðan 1919. Norðoya Sparikassi hevur tillagað seg til skiftandi tíðir í hesa knøppu øldina hann hevur virkað, men grundleggjandi er hugsjónin tann sama. Norðoya Sparikassi veksur støðugt og er í dag virkin í nærumhvørvinum við deildum í Tórshavn og Fuglafirði og høvuðsdeild í Klaksvík.
- Nú vit síggja fram til 100-ára hátíðarhaldið í 2019, hevur sparikassin orðað sína strategi av nýggjum. Strategiin tekur støði í sparikassans uppruna og søgu, men samstundis tillagar hon sparikassan til framtíðina – soleiðis sum vit síggja hana. Faldarin við strategi sparikassans kann lesast á www.ns.fo ella við at vitja eina av deildum sparikassans, verður sagt í tíðindaskrivinum..
- Øll eru vælkomin inn á deildir okkara fríggjadagin 23. september, har sparikassin bjóðar kaffi og okkurt gott til góman, skrivar Norðoya Sparikassi í tíðindaskrivinum..










