Norðoya Listafelag aðalfund

Leygardagin hevur Norðoya Listarfelag aðalfund í Mikladali

Bernhardina Klein, forkvinna í Norðoya Listafelag, er lærari í Mikladals skúla, og hon hevur tikið stig til, at fundurin skal verða í bygdini leygardagin.
- Tað er tað sama hjá Listafelagnum, sum hjá øllum øðrum. Tað koma alt ov fá til aðalfund, og tí hugsaði eg at royna at gera okkurt øðrvísi hesuferð. Og tað riggaði, tí væl fleiri hava teknað seg enn tað plaga at møta upp til fundirnar hjá okkum, so tað er bara gott, sigur Bernhardina.
Hetta verður sostatt til ein heildagstúr hjá teimum, sum hava teknað seg til, tí Bernhardina og restin av nevndini hava valt at leggja seg eftir ferðaætlanini hjá Barsskor, sum røkir siglingina um Kalsoyarfjørð.
- Tey koma her um hálvgum tíggju tíðina leygarmorgunin og fara avstað aftur um sekstíðina, so tað verður ymiskt annað á skránni enn bara fundurin, greiðir Bernhardina frá. Hon vónar, at tað veðrið verður gott, tí so er møguleiki fyri onkrum túri á oynni.
Onkur av teimum, sum hava teknað seg, hava ikki verið á Kalsoynni áður, so tað er ein góður møguleiki hjá teimum at síggja oynna.
- Eg helt, at aðalfundurin kundi líka so væl verða her, sum í Klaksvík. Tí tað er jú Norðoya Listafelag og ikki Klaksvíkar Listafelag, vísir Bernhardina á, og hon leggur at enda afturat, at onki serligt mál er á skránni fyri aðalfundinum,