Norðoya Heimavirki skjótt húsvilt

Herfyri fingu vit, ið eru limir av Norðoya Heimavirki, bræv við innkalling til regluligan aðalfund í felagnum, settur at vera 21. apríl. Í brævinum kunnar nevndin limir felagsins um, at Heimavirkið er sagt upp úr hølunum, sum felagið hevur leigað frá Klaksvíkar kommunu hesi seinastu 27 árini, síðan tað varð sett á stovn. Av tí, at Heimavirkið hevur 1 ára uppsagnartíð, er uppsøgnin galdandi frá 1. januar 2011.

 

Mær var ógvuliga dátt við at lesa hetta og mátti fara at spyrja meg fyri, um hetta veruliga kundi vera satt?!

 

Sjálv havi eg fylgt arbeiðinum hjá Norðoya Heimavirki, síðan tað var sett á stovn fyri 27 árum síðan, og tað kemst av tí, at mamma mín var ein av teimum, sum var við til at stovna Heimavirkið og var í fyrstu nevndini. Eg havi verið limur har í mong ár og eri áhugað í, at Heimavirkið heldur fram.

 

Uppsøgnin av leigumálinum kemur sjáldandi sera illa við. Nógv orka er løgd í at fáa Heimavirkið at ganga og tað er ikki til at skilja, at kommunan nú vil toga grundarlagið undan tí, tá tað endiliga er eydnast at fáa Føroya størsta heimavirki so dánt at mala runt.

 

Søgan

Tað var um várið 1982, at Norðoya Heimavirki varð stovnað og við vælvild frá kommununi fekst innivist í gomlu handilshúsunum á Biskupsstøð, sum tá høvdu staðið tóm eina tíð. Tað kom væl við at fáa møguleika fyri at leiga so høglig høli, men tað kom eisini væl við hjá kommununi tá at fáa virksemi inn aftur í húsið. Hølini trongdu til ábøtur, men so við og við eru handilshølini sett í góðan stand. Øll hesi árini hevur Norðoya Heimavirki rímiligt goldið fyri ljós og hita umframt leigu, sum ásett var 1982. Endamálið við heimavirkinum er at varðveita ta gomlu mentanina við, at fólk, ið eru dugandi til hendurnar, skulu hava møguleika fyri ómakasleyst at sleppa av við tað, tey sita heima og virka. Felagið hevur meira enn 100 limir um allar Norðoyggjar og aðrastaðni við, sum trúliga hava sent tí vøru at selja fyri seg. Harumframt selur handilin troyggjur, føroyskt tógv og minnislutir til ferðafólk. Felagið rekur handilin og skipar eisini onkutíð fyri tiltøkum fyri limunum.

 

Gomul mentan

Tað má sigast, at Heimavirkið umboðar eina ta elstu mentan, vit eiga her á landi, tí líka so leingi sum fólk hava búleikast her, munnu tey hava tøtt og virkað klæði uppá kroppin. Tað er ein kvinnumentan burturav og kanska er tað tí, at so lítil virðing er fyri henni?

 

Vit, ið varða av Heimavirkinum, vita sum er, at noyðist tað at flyta í annað høli, so er stórur vandi fyri, at virksemið dettur niðurfyri. Tað krevur stóra orku at arbeiða handilin upp av nýggjum. Tað sóu vit eisini við Heimavirkinum í Havn, at tá tað varð húsvilt á Kongabrúnni, gekk ikki long tíð, til virksemið heilt helt uppat. Tað hevði verið stórt spell fyri Klaksvíkina, um handilin og felagið duttu niður fyri.

 

Ferðavinna

Kommunan leggur orku í at royna at fáa ferðamannaskip at leggja at í Klaksvík, men hvat hava vit at bjóða fremmandum ferðafólki? Norðoya Heimavirki hevur øll árini, síðan tað varð stovnað, tikið ímóti ferðafólki og hjálpt teimum til rættis – handilin hevur verið opin eisini uttan fyri vanliga handilstíð, tá ið ferðaleiðarar og kommunan hava biðið um tað. Nógvar, nógvar søgur eru um samskiftið við ferðafólkini, sum halda tað vera spennandi at vita, at ymisk fólk – ofta eldri konur – standa aftanfyri teir lutir, sum eru at keypa. Hetta er nakað tey ikki kenna í sama mun aðrastaðni og sum eigur at vera varðveitt. Og legg til merkis – hetta arbeiðið við ferðafólki hevur Heimavirkið sjálvandi gjørt uttan samsýning, sum ein part av vanligari handilsmentan.

 

Hví?

Tey siga fyri mær, at Heimavirkið er uppsagt, tí at Kunningarstovan vil gera brúk av hølunum. Har hevur altíð verið handil á Tingstøðini, men í bygninginum eru fleiri onnur høli, sum máttu kunna brúkst til virksemi hjá Kunningarstovuni, um so skuldi verið. Kanska geri eg Kunningarstovuni órætt at nevna hana, tí hetta er bara nakað, eg havi frætt, men ikki veit við vissu. Tað er undarligt, at tað skal bera til at siga einum leigara upp, tí ein heldur vil hava annan leigara inn! Og minst til, ein leigara, ið skal hava stuðul frá kommununi, meðan Norðoya Heimavirki betalir fyri seg. Heimavirkið hevur røkt sína skyldu mótvegis kommununi og hevur ikki uppiborið at vera soleiðis viðfarið. Fleiri høli standa tøk um allan býin í løtuni – hví skal tað so vera neyðugt at fara eftir einum høli, sum er í brúki? Tað kennist ikki sørt syrgiligt, at kommunan ikki sær virði í tí arbeiði, lagt er í Heimavirkið hesi 27 árini.

 

Meðan eg havi sitið og skrivað hesar reglur, havi eg rent meg fasta í ein spurning, sum er óskiljandi í hesum sambandi:

 

Hví? Hvat kann endamálið vera við at skerja og kanska beina fyri virkseminum hjá Norðoya Heimavirki? Tænir tað mentanini í býnum? Handilslívinum? Býráðnum? Eg finni einki svar og havi als ikki hugflog til at ímynda mær, at nakar kann bera agg til Heimavirkið - tað er so fullkomuliga ósannlíkt, at tað kann avgjørt ikki vera orsøkin!

 

Tí haldi eg, at niðurstøðan má vera, at hetta kemur av ókunnleika. Tað MÁ vera tí, at býráðslimirnir ikki eru fult kunnaðir! Tí fari eg at heita á býráðslimirnar og umsitingina: spyrjið tykkum fyri og hugsið tykkum um eina ferð aftrat!