Norðmenninir verða ikki avrættaðir

Norðmenninir Tjostolv Moland og Joshua French, sum vórðu dømdir til deyða í Demokratiska Lýðveldinum Kongo í gjár, verða ikki tiknir av døgum. Tað fekk norski uttanríkisráðharrin, Jonas Gahr Støre, at vita frá sínum starvafelaga í DL Kongo, Alexis Thambwe Mwamba, í dag.

Mwamba segði í telefonsamrøðuni, at stjórnin hevur gjørt eina samtykt, sum sigur, at møguligir deyðadómar verða ikki framdir í verki.

Í samrøðuni vissaði norski uttanríkisráðharrin starvsfelagan um, at tað er einki hald í tí partinum av dóminum, sum sigur, at norðmenninir høvdu njósnast fyri norskar myndugleikar.

Sambært norskum fjølmiðlum verður deyðadómurin ímóti teimum báðum monnunum kærdur í morgin.