Laksur
Prísirnir á laksi eru hækkaðir nógv síðani kreppuna í 2002 og 2003. Teir liggja í løtuni ímillum 25 og 30 krónur fyri kilo - alt eftir stødd. Hendan prísøking kann koma at geva norskum alarum millum 5 og 6 krónur í yvirskoti fyri hvørt kilo, sum framleitt verður.
Ivar Holmefjord, granskari í Akvaforsk, vil vera við, at vøksturin í framleiðslu av laksi fer at taka dyk á seg í 2007-2008, og hann væntar, at prísirnir fara halda sær út á heysti í 2007.
Marknaðurin fyri laks veksur alla tíðini, og um útboðið ikki veksur samsvarandi, fara prísirnir at hækka. Smoltútsetingin í 2004 var bert 5% hægri enn í 2003, og eingin vøkstur var í útsetingini frá 2004 til 2005.
Hetta viðførir, siga norðmenn, at laksur vantar á marknaðinum - og prísurin hækkar.
Heldur ikki eru fleiri rogn løgd inn í ár, og sostatt verður útsetingin næsta vár ikki størri enn í ár.
Við hesum kann væntast, at framleiðslan hækkar ikki fyrr enn móti ársenda í 2007 ella við ársbyrjan í 2008.
Tað, sum kann broyta hesa myndina, er hitin í sjónum, sum kann ávirka vøksturin og sjúka, sum kann minka um og broyta útboðið.
Ein vandi er tó fyri, at alt smoltið verður sett á sjógv, tí prísirnir eru so góðir. Eisini tað vánaliga smoltið, sum ikki eigur at setast út. Hetta fer at hava ávirkan á útboðið og vøksturin og harvið úrslitið hjá alivinnuni.
Norðmenn høvdu 12 miljónir fiskar færri í sjónum í vár enn sama tíðarskeið í fjør. Orsøkin til munin er, at prísirnir eru høgir í løtuni, og tí er nógvur fiskur tikin.
Spurningurin er so, um henda stóra tøkan hjá norðmonnum fer at ávirka prísin í heyst og í vetur, so prísurin lækkar aftur.
Um so verður, kann prísvøkst