Norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, er ein avhildin maður í Noregi. Í einari nýggjari meiningakanning siga 57 prosent av teimum spurdu, at tey eru hugtikin av forsætisráðharranum. 33 prosent meta hann sum ein meðalgóðan stjórnarleiðara, og bara átta prosent halda hann vera vánaligan.
Kanningin vísir, at Stoltenberg er serliga væl umtóktur millum tey ungu. Av teimum 17 til 24 ára gomlu siga heili 74 prosent, at forsætisráðharrin roynist væl í sínum yrki, men av teimum, sum eru eldri enn 60 ár, eru tað 49 prosent, sum halda hann vera tann rætta.
Forsætisráðharrin er eisini betur umtóktur millum kvinnurnar enn millum menninar. 63 prosent av kvinnunum eru væl nøgdar við hann, og tað siga 51 prosent av monnunum.