Norðmenn tosa um føroyska modellið

Tað verður ikki hildið at vera rætt, at alararnir sjálvir skulu telja lúsamongdina á fiskinum

Í Noregi vænta tey, at lúsateljingarnar á norskum alibrúkum í framtíðini fara at líkjast føroyska modellinum, soleiðis at tað verða óvildugir teljarar, sum ferðast millum brúkini at telja lús.

 

Higartil hava norsku alararnir sjálvir talt lús á fiskinum.

 

Í Føroyum hevur Fiskaaling síðan 2009 staðið fyri øllum lúsateljingum. Hetta er ein tænasta, sum felagið ger fyri alararnar. Tølini verða so latin avvarðandi myndugleikum til víðari avgreiðslu.

 

- Sambært norsku heimasíðuni Intrafish hava fólk frá bæði Veterinærinstituttet og Havforskningsinstituttet róð fram undir, at væntast kunnu óvildugar lúsateljingar í norsku alivinnuni í framtíðini. Hetta er roynt onkrastaðni, og fer væntandi at vinda upp á seg, heldur Britt Hjeltnes frá Veterinærinstituttet.

 

Fiskaaling veit í dag at siga, at eisini granskingarleiðarin á Havforskningsinstituttet, Geir Lasse Taranger, sigur, at tað er neyðugt at broyta arbeiðsháttin, sum verður brúktur í samband við lúsateljing.

 

- Hann sigur, skrivar Fiskaaling í dag, at tølini, sum verða givin upp í dag, snøgt sagt eru ov óálitandi til, at Havforskningsinstituttet kann brúka tey sum grundarlag undir teirra smittumodelli fyri laksalús.